Blair í góðum byrði

Bretski forsætisráðharrin hevur fingið vind í seglini, nú hann mælir til at umskipa ES, men fransmenn og týskarar ivast.

ES
Teir flestu limirnir í ES-tinginum fagnaðu bretska forsætisráðharranum undir og eftir røðuna, sum hann helt har fyrradagin, og uttan fyri tinghúsið tykjast tey flestu vera á einum máli um, at enn eina ferð megnaði Tony Blair at fáa undirtøku fyri sínum hugsjónum.
Í røðuni mælti hann til, at ES verður umskipað, og at umskipannin skal byggja á nýhugsan. Høvuðsboðskapur hansara var, at samveldið eigur at brúka meiri pengar til gransking og útbúgving. Samstundis skal tann ovurstóri landbúnaðarstuðulin skerjast, tí annars fer ES at tapa tann búskaparliga dystin við Kina og India, sum eru í stórari framgongd.
Teir flestu ES-tinglimirnir fagnaðu bretska forsætisráðharranum aftan á røðuna. Formaðurin í tí sosialistiska tingbólkinum, Martin Schultz, segði, at teir evropeisku sosialistarnir eru í parti við Blair. Hann segði seg vera serliga fegnan um orðini hjá Blair at skerja landbúnaðarstuðulin.
Formaðurin í tí liberaldemokratiska tingbólkinum, Werner Hoyer, tók eisini undir við Tony Blair, og hann legði týska kanslaran, Gerhard Schröder, og franska forsetan, Jacques Chirac, undir at tálma búskaparvøkstrinum í Evropa, tí teir eru ímóti at skerja stuðulin til landbúnaðin.
Chirav hevur givið Blair skyldina av, at ES er komið í kreppu, og franski evroparáðharrin hevur sagt, at Frakland fer at halda eitt vakið eyga við Blair, nú hann tekur við sum formaður í samveldinum tann 1. juli.
Kortini eru kreftir í Fraklandi, sum hava hug at nærkast Blair og hansara sjónarmiðum. Blaðið Le Monde skrivaði í gjár, at tað slepst ikki undan at skerja stuðulin til landbúnaðin, sjálvt um Frakland er tað landið, sum fær mest burtur úr verandi skipan. Frakland fær næstan ein fjórðing av øllum landbúnaðarstuðlinum hjá ES.