Blak rakt seymin á høvdið

Grønlendsk, Íslendsk og Føroysk mentanarvika hevur verið í Litava. Ein av væleydnaðu løtunum var konsert við Kristian Blak

Mentanarvikan var ein undirstrikan av íslendska formanskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
                      Vikan byrjaði 18. mars og hevði mong mentanartiltøk á skránni. Kristian Blak umboðaði Føroyar og leikti tá  vikan byrjaði og ein framsýning lat upp, og hetta eydnaðist sera væl.
Tann 19. mars leikti Kristian Blak saman við trimum litavum, Algirdas Klova (fl.), Vladislav Borkoviski (b.) og Gediminas Laurinavicius (dr.). Hetta var á Vilnius Jazz Club. Hetta varð væl fagnað bæði tónleikaliga og eisini viðvíkjandi samspæli ? klangurin av føroyskum, grønlendskum og samiskum tónum hevði við sær eitt heilt serstakt huglag, verður sagt úr Litava.                      Konsertinar raktu seymin á høvdið í Litava, sum er kent fyri sínar jazzfjepparar.