Blaka jólastjørnuna út og tak tulipanirnar inn

Nú tá jólatræið og jólastjørnan hava gjørt sítt fyri árið, er tíð upp á at fylla vasarnar við litríkum tulipanum, ið bera boð um at várið er - um ikki í nánd - so nóg so nær.
Tað eru yvir 100 ymisk sløg av tulipanum, og blóma tær frá apríl til juni.

Her eru nøkur ráð fyri at halda teimum á lívið so leingi sum til ber.
- Vel tulipanir, ið vísa frískan lit í handlinum
- Lat pappírið vera verðandi rundan um tulipanirnar
- Sker umleið tveir centimetrar av og set tær í kalt vatn
- Sker beint yvirav
- Tulipanirnar halda longur, um tær standa í køldum rúmi um náttina
- Fyll vasan við lunkaðum vatni hvønn dag