Blakaður úr Føroyum hóast hann hevur eina dóttir her

Alessio Mesiano er vónbrotin av bæði føroysku og donsku myndugleikunum, nú hann hevur pakkað sær kuffertið og er farin aftur til Italia

Italski Alessio Mesiano hevur seinastu árini vitjað í Føroyum við jøvnum millumbilum, her hann hevur tikið eina rúgvu av myndum og luttikið í samfelagnum á ymsan hátt. Hann hevur føroyska damu og er fyri kortum blivin pápi her.

 

Men nú er hann meira ella minni blakaður úr landinum. Tí sum útlendingur uttan fyri Norðurlond sleppur hann hægst at vera í Føroyum í tríggjar mánaðir í senn. Hann søkti donsku myndugleikarnar (Útlendingamálaráðið) um familjusamanføring fyri at fáa uppihaldsloyvi, men fekk noktandi svar.

 

– Eg skrivaði, at eg fór at fáa barn í Føroyum síðst í mars. Eg fortaldi teimum, at eg kundi ikki búgva við damu míni í Føroyum í longri tíðarskeið orsakað av avmarkingini á tríggjar mánaðir, sigur Alessio Mesiano.

 

– Tey bóðu meg fara avstað innan 30 dagar, sigur hann.

 

– Tað var ikki ein nóg góð grundgeving, at eg fór at fáa eitt barn í Føroyum, og myndugleikarnir mettu ikki, at parlagið var nóg seriøst, tí vit ikki hava búð á sama bústaði nóg leingi, sigur Alessio Mesiano, sum ikki skilir hesa grundgeving, tá hann jú ikki sleppur at vera í Føroyum í langa tíð í senn.

 

– Donsku myndugleikarnir mæltu mær bara til at gifta meg við damuni fyri at fáa uppihaldsloyvi.

 

Hann sendi kæru inn 2-3 ferðir til Útlendingastovuna í Føroyum, men har var lítil hjálp at heinta, sambært honum sjálvum.

 

– Tey svaraðu ikki einfaldum spurningum og bóðu meg bara seta meg í samband við donsku myndugleikarnar, sigur Alessio Mesiano.

 

Orsøkin til tað er, at Útlendingastovan er bara hoyringsmyndugleiki, tí málsøkið er danskt og hoyrir til danska Útlendingamálaráðið.

 

28. apríl sendi hann eina kæru til danska Útlendingamálaráðið, men hann hevur ikki fingið svar enn.

 

– Av tí at eg varð biðin um at fara úr landinum áðrenn 19. mai, mátti eg fara í gjár. Tí tað einasta tøka flogarið til Italia áðrenn hetta, var í dag. Hetta viðmældi Útlendingastovan mær eisini at gera.

 

Hann fekk boð um, at um hann ikki fór úr landinum áðrenn freistina, kundi hann blíva tvingaður út og risikera bót.

 

Nú veit Alessio Mesiano ikki, nær hann sleppur til Føroya aftur, og nær hann sleppur at síggja dóttir sína aftur.