Jólashowið við Lene Siel, Thomas Eje og Blake, sum kemur til Føroyar í næstum, hevur fingið sera góð skotsmál frá donskum ummælaraum. Við yvirskriftini ?Mor og barn ? og gæster udefra? gevur ummælarin Ove Nørhave á
Nordjyske.dk jólashowinum við Lene Siel, Thomas Eje og Blake 5 út av 6 stjørnum.
Ummælið er gjørt eftir jólashowið í Aalborg Kongres og Kultur Center mikukvøldið.
Blake tikið Danmark av bóli
Og eins í øðrum ummælum av jólashowinum, so eru tað serliga ensku Blake, sum hava
tikið alt av bóli í Danmark. Ummælarin hjá Nordjyske.dk skrivar millum annað, at óansæð hvat lag Blake tríva í, so eru teir snøgt sagt bergtakandi. Og at um teir fýra bretarnir syngja sjálvir, ella saman kunnu teir veruliga viðmælast.
Eisini songkvinnan Lene Siel og Thomas Eje fáa góð skotsmál frá ummælarunum.
Fyrireikarar av jólashownum í Føroyum siga, at enn eru atgongumerki til taks á heimasíðuni. Jólashowið verður í Høllin á Hálsi fríggjakvøldið 18. des. 2009 kl. 20.00.