Blandaðar kenslur um avrikið

(Frá Rás2) Hoyr hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen taka samanum avrikið ímóti Sveis í gjárakvøldi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá føroyska landsliðnum, Jóannes Jakobsen aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis í HM-undankappingardystinum, sum var spældur á Tórsvølli í gjárakvøldi.

 

Jóannes Jakobsen hevur blandaðar kenslur um avrikið. Hann heldur, at føroysku spælararnir ofta ikki høvdu nóg nógvan ís í búkinum, sum hann málber seg til at spæla bóltin meira.

 

Jóannes Jakobsen heldur, at 0-6 tapið ímóti Portugal lá og lúrdi, og gjørdi uttan iva, at føroysku spælararnir vóru fokuseraðir uppá, at teir skuldu ikki renna seg inní enn eitt stórtap. Jóannes undirstrikar tó, at hann heldur, at spælararnir arbeiddu fyri sakini, og tann partin av sakini er hann nøgdur við.