Blandað bomm fyri rest

Hetta er heitið á fløgu, sum bólkurin Take Off gevur út fløgu leygardagin

Í dag gevur Take Off fløgu út og bólkurin sigur soleiðis í tíðindaskrivi um útgávuna:
Fløgan, sum kemur í búðirnar leygardagin, er eins og ein av lekru blandaðu
bommpakkunum. - Søt, svingandi, sveimandi, við ávísum súrum, stingandi broddi.
                                    Talan er um føroyskt/danska tónleikabólkin Take Off, sum við at blanda enskan
rock, Moirae, Memphis Horns, 70'ara funk og Frændur saman skapar eina lekra
ljóðkulissu, sum hóskar væl til ta søtu føroysku popptunguna, sum lokkandi fer
at eggja okkum út á dansigólvini í summar.

                       Dropsini í Take Off eru Hans Petur í Brekkunum: sangur, saxofon og keyboard;
Ólavur Olsen: keyboard og trompet; Jønne: guitar og kór, Carl Johan "Charlie"
Simonsen: trummur og Morten K. Vestergaard: Bass. - Hendan manning spælir fyri
tað mesta niðri, men teir vóru tó heima í fjør summar og spældu tá nógv í
klubbunum í Havnini. Hóast teir ikki smæðast at spæla coverløg fyri
dansipørunum, so servera  teir í Take Off bert nýskrivaðan og sjálvskrivaðan
tónleik á nýggju fløguni. Hans Petur eigur høvuðspartin av løgunum, Ólavur
fleiri, og Morten og Jønne eiga okkurt hendinga.

Tónleikurin hjá Take Off spennir víða, ógvuliga víða. Og samanberingin við
blandaða bommpakkan er hvørki órímilig ella ótímilig. Fløgan er ein spráklut
løtumynd av tí tónleiki, sum bólkurin hevur spælt síðan teir byrjaðu. Har eru
løg, sum greitt eru ávirkaði av rock og funk. Men har eru eisini messing
blásarar og strúkarar, ið bæði ljóða og anga av veruligum træi. Og sjálvandi
er fløgan eisini full av inniligum balladum til tær meiri intimu løturnar.

Take Off megna at samantvinna ráa spæligleði og tað strangt tilrættislagda:
frá gittarum við skorpu, til dryppandi blásarar úr jarni, samansjóðað í stór
fín arrangemangir. Vit hoyra tað lítla intima rúmið, og tær brestandi
funkrútmurnar - alt á somu fløgu.

Aftrat sær at yrkja tekstirnar, sum mala um tey vælkendu hjartanemandi temu,
ið hoyra rockinum til - kærleiki, langtan, umhugsni, svik, nøktan og søta
nostalgi - tað síðsta serliga, tá ið teir lýsa eitt lítt summarkvøld við
Frændum á Hálsi ('Eg í 80´unum livi við øllum tí har hoyrir til') - hava teir
fingið tilfar frá Bárði Persson, Niels Juel Arge, Eyðuni Klakkstein, Halli G.
Thorsteinson og Helga í Brekkunum.

Umframt tey fimm høvuðsdropsini (tit vita, tey sum síggjast á pakkanum) eru
fleiri gestatónleikararar við á fløguni, sum seta sín serliga dám á avrikið
hjá Take Off - eyka perkussion, blásarar, og ikki minst ein strúkara trio:
Violin Bratch og Cello.

Tónleikurin er bandaður og blandaður í Airplay studio í Århus. Take Off hava
sjálvir lagt tónleikin til rættis. Tøkningur var Árni Bergmann Johannsson.

Hetta er sanniliga bomm fyri allar gómar, so Take Off.
Take Off skal späla 12 konsertir í Föroyum í julimána.