Blandað bomm í Gundadali

Tvey reyð kort, ein frísparksperla, eitt heldur løgið brotsspark og fyrsta málið hjá Jákup á Borg, síðani hann skifti til B36. Tað vóru partar av matarlepanum í Gundadali, har B36 við tíggju monnum fekk greitt sína skyldu

Fótbóltur

 

B36 mátti gjøgnum alt kensluregistarið, tá teir sunnudagin vunnu sær trý stig móti Skála.

Kjaftfiskin og vónbrotið fingu teir alt fyri eitt, tá Poul N. Poulsen sera hegnisliga skrúvaði bóltin upp um múrin og í inn um nærmasta stólpa.

Frísparkið var av tí heldur bíliga slagnum, men tað var nú skjótt, at armarnir og komu tó skjótt uppaftur. Tí bara góðan minutt seinni var dómarin í sonnum jólahýri, tá hann peikaði á brotssparksblettin í hinum endanum.

Brotssparkið bankaði Klæmint Matras í netið, og so líðandi setti B36 seg á dystin. Seinastu 20-25 minuttirnar av fyrra hálvleiki sat B36 á tí mesta, og umframt at raka træverkið tvær ferðir høvdu teir einar 3-4 100% møguleikar. Og tó at Skála hevði einar tveir heilt vandamiklar kontramøguleikar, so tóktist tað vera ein spurningur um tíð, áðrenn gestirnir máttu geva seg yvir.

Frustratiónirnar høvdu hug at finna fram til bæði spælarar og viðhaldsfólk hjá B36, og tað gjørdist ikki betri av, at dómarin flákráði nakað ríviligt í skiftandi lotinum í Gundadali. Og tá Klæmint Matras kendi seg snýttan fyri brotsspark, kókaði yvir hjá B36-liðskiparanum, sum rendi Poul N. Poulsen um koll.

Reyða kortið var sjálvsagt, men mest av øllum mundi hetta vera úttrykk fyri tær frustratiónir, sum vantandi málini og skiftandi dómaraavgerðirnar skaptu.

Í hesum umfarinum slapp B36 tó ókeypis frá at spæla undirmannaðir seinasta lítla hálva tíman av dystinum. Skála hevði í meira enn trý korter livað í hørðum trýsti, og hóast yvirtalið, so megnaðu teir ikki at flyta liðið nakað nevnivert niðan eftir vøllinum. Heldur ikki hóast teir fyrstu løtuna av dystinum høvdu fólkið óvæntað langt uppi á vøllinum. Helst í eini roynd at skaka mótstøðuna.

Og so var tað, at forloysingin kom hjá bæði Jákupi á Borg og B36. Jákup hevði sjálvur havt nakrar næskar royndir, men tá Skála ikki fekk ruddað innlegg ordiliga burtur, var hann knappur, og hesa ferð bleiktraðu meskarnir. Og so var frøin sjálvandi ovurstór á bæði spælarum og fjepparum.

Seinastu løtuna kom Skála tó aftur við í dystin. Trýstir av veruleikanum, sum nú segði, at einki stig skuldi úr Gundadali, noyddust teir orangjulittu fram á vøllin, og talan gjørdist eisini um vandamiklar støður. Størsta møguleikan fekk Pætur Dam Jacobsen, men hann varð tacklaður í evstu løtu. Og hinvegin kostaði tað eisini at satsa, tá Arnhold Berg seinastu løtuna av dystinum fekk tvey gul og harvið reytt kort.

 

Skála vildi

Tað er eingin loyna, at tað í løtuni er stórt trýst á Skála.

Fyri eitt lið, sum tey flestu spáddu skuldi liggja í tyngra endanum, eru 15 stig við átta dystum eftir ikki so galið undir vanligum umstøðum.

Trupulleikin hjá Skála er bara, at umstøðurnar eru ikki vanligar. Úrtøkan hjá niðaru liðunum hevur verið óvanliga stór, og á vánaligum føroyskum má sigast, at alt bendir á eitt satt hundaslagsmál í botninum av talvuni.

Og skal Skála vera við í hesum bardaganum, so skulu trý stig á kontina næstu ferðirnar, teir spæla. Og tað var eisini tað, sum botnliðið fór eftir sunnudagin.

Fyrsta korterið var B36 eisini tikið á bóli av Skála, sum hevði tveir mans á toppinum og sera offensivar kantar, og við hepni kundi hetta verið gagnnýtt betur.

At teir so ikki megnaðu at standa ímóti trýstinum allan dystin, er ein onnur søga. Men tað var frískligt at síggja eitt lið, sum somikið óimponerað fer ígongd við trupla setningin seinasta triðingin av kappingini. Og hóast stigaleysir, so kann dysturin í so máta væl verða katalysatorurin til ein góðan endaspurt.