Blandað føroyskt nøgdsemi í hálvfinaluni

Meðan Vígdis Hentze Olsen dansaði seg beint í finaluna á Kan Du Danse?, var hin innblandaði føroyingurin, framleiðslustjórin Per Zacharissen neyvan líka væl nøgdur. Við bæði tekniskum og menniskjaligum feilum, var sendingin alt annað enn væl avgreidd.

Tað vóru nógvar og stórar kenslur í fóru gjøgnum kroppin á luttakarunum í hálvfinaluni í Kan Du Danse?, ið var hildin í gjárkvøldið. Eitt av starvsfólkunum greiddi mær frá, at fleiri av dansarunum høvdu grátið í skiftirúmunum, bæði áðrenn og aftan á avgerðina um, hvør skuldi í finaluna, og hvør skuldi sendast heim.
Hvørki dómarar ella áskoðarar í upptøkuhølunum hjá Kanal 5 tyktust tó ónøgd, tá úrslitið av hyggjaraatkvøðunum var greitt, og Vígdis, Sara, Patrick og Damian vóru í finaluni.

Góð viðmæli
Vígdis dansaði á fyrsta sinnið við Patrick. Hetta vóru bæði sera glað um, og tað tyktist, sum um tey hugnaðu sær óført saman. Tey dansaðu salsa og musical. Bæði Vígdis og Patrick tyktust sera glað fyri at sleppa at dansa musical, serliga júst hetta pettið, ið var úr musicalini Chicago. Men hóast so var tað henda framførslan, ið var tann veikara av teimum báðum. Báðar framførslur fingu annars sera góð viðmæli frá dómarunum. Eisini einstaklingaframførslurnar hjá Vígdis og hjá Patrick fingu gott viðmæli.

Kappingin tók yvir
Vigdis greiddi okkum frá, at hon og Patrick høvdu vónað at sloppið at dansa saman heilt frá byrjanini, og at hetta var ein øgiliga góð uppliving.
- Patrick er ein fantastiskur dansari, ein sterkur dansari, segði hon. Men var annars samd við dómarunum í, at teirra musical framførsla ikki var nóg góð.
- Eg haldi, at kappingin tók eitt sindur for nógv yvir hasa løtuna, so vit manglaðu tann intensitetin, ið musical dansur skal hava, greiddi hon frá.
- Eg kundi ikki gjørt tað betur. Men eg haldi samstundis ikki, at eg eri nøgd við framførsluna.
Hesaferð vóru tað einans hyggjaraatkvøðurnar, ið taldu, so tí var frammanundan rættiliga ógreitt hvussu, hetta fór at spæla av. Eisini var ein ávís ónøgd við henda formin. Fleiri av fyrrverandi luttakarunum sótu tætt við okkum í upptøkuhølunum. Í einum lýsingarsteðgi prátaðu tey sínamillum um, hvussu óheppið hetta var, at lata ókøn fólk hava allan avgerðarrættin. Ein av dómarunum kom og blandaði seg í samrøðuna, og gav teimum rætt.

Per hevði reyð oyru
Tað gjørdist ikki minnið spennandi, tá tað gjørdist greitt, at fyrsti partur av sendingini, var sendur uttan at mynd og ljóð fylgdust. Tá er trupult hjá hyggjaranum at velja rætt. Oyrini hjá føroyska framleiðslustjóranum Per Zachariassen hava ivaleyst verið sera reyð hetta kvøldið. Tað finnast neyvan sendingar, ið tað er meira týdningarmikið at ljóð og mynd fylgjast enn í dansisendingum. Hetta er stutt sagt ikki nóg gott. Har vóru eisini fleiri villur frá vertinnuni, m.a. gloymdi hon, at spyrja dómararnar, um hvat teir hildu um einstaklingaframførsluna hjá Patrick.
Tá avtornaði, vóru Emilie og Suad send til hús. Tey vóru av nógvum vóru mett, sum tey veikastu áðrenn umfarið. Millum fyrrverandi luttakararnir tyktist eisini at vera breið semja um, at tey ókønu úti við sjónvarpstólini høvdu valt rætt.

Ørkymlað Vígdis
Tá vit eftir sendingina hittu Vígdis, tyktist hon rættiliga ørkymla av øllum kenslunum. Men eftir at hava summað seg eitt sindur, var hon tilreiðar at svara okkara spurningum.
- Hetta er deiligt, segði hon um at vera endað í finaluni.
Hon greiddi frá, at hon ikki veruliga hevði havt nervar, tá hon bíðaði eftir avgerðini hjá áskoðarunum.
- Eg havi akseptera, at øll, sum eru við, eru nóg góð til at vinna. So eg vil ikki siga, at eg hevði nervar, men eg var spent. Eg veit, at alt kann henda, serliga nú tá áskoðararnir avgera alt, tað eisini snýr seg um hvør hevur flestar vinir.
Hon viðgekk eisini, at hon var sera takksom til allar føroyingarnar við donskum fartelefonum, ið vóru so trúgvir at stuðla henni.

Ein góð finala
Nú er Vígdis komin í sjálva finaluna. Hon sigur, at hon hevur tikið eitt kvøld í senn allan vegin, og tí hevur hon hvørki roknað við at koma í finaluna ella ikki at koma í finaluna. Men hon er sera væl nøgd.
- Hetta verður heilt sikkurt ein góð finala, heldur hon, men vil ikki veruliga siga, um hon heldur, at hesir fýra dansararnir eru teir bestu, sum hava verið í kappingini.
- Tað hevur onkuntíð undrað meg, at onkur er sendur heim, tildømis Steffen, ið varð sendur heim seinast. Hann var ein fantastiskur dansari, sigur Vígdis, áðrenn ein av framleiðsluliðnum avbrýtur okkum, tí Vígdis skal út til lutakastið um, hvør dansar við hvørjum og hvat í finaluni.