Dagfinn Olsen
Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri at gera fløguætlanina Vælskapt Brek til veruleika. Hann hevur havt nógv um oyruni síðstu dagarnar og í vikuni hevur hann lagt síðstu hond á verkið.
Ein áhugabólkur tók stig til sangkappingina Vælskapt Brek. Endamálið er at varpa ljós á støðu teirra brekaðu og umstøður teirra, eins og hjá avvarðandi.
Undirtøkan var góð millum sangskrivandi føroyingar. Vinnaraløgini vóru 3 í tali, men endaliga úrslitið er ein fløga við 19 av teimum meira enn 80 innkomnu løgunum.
Talan er um eina tónlistarliga sera fjølbroytta fløgu, har mong av navnframastu tónlistafólkunum í Føroyum eru við, eins og fleiri, ið ikki eru so ofta at hoyra
Góðar umstøður
Sigast má, at arbeitt verður undir rímuligum umstøðum. Tær 19 upptøkurnar á fløguni eru gjørdar í Føroyum og í Danmark. Mest í Útvarpinum. Ljóðblandið er farið fram í Media Sound í Keypmannahavn í vikuskiftinum og í vikuni er fløgan mastrað í DanDisc. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri upptøkum og ljóðblandinum. Media Sound er stórt og rættiliga væl útgjørt ljóðstudio, ið liggur úti á Amager. Bólkar sum Big Fat Snake og Michael Falck gera vanliga sínar upptøkur har. Men hyggur ein í bandhillarnar, so síggjast eisini bond við t.d. Frændum. Á fløguhillini úti í móttøkuni eru eisini mangar føroyskar fløgur at hóma millum fløgurnar, ið eru framleiddar í hesum hølum.
Ætlanin er, at nýggja fløgan skal liggja á hillunum í Føroyum ein av fyrstu døgunum. Í samband við útgávuna verður ætlandi skipað fyri konsert, men júst nær alt hetta verður, er enn ikki endaliga avgjørt.