Blátt er gott á landsliðnum

Fótbóltsgalla 2022: Birita Ryan og Jóannes Bjartalíð eru ársins landsliðsspælarar

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Birita Ryan og Jóannes Bjartalíð eru ársins landsliðsspælarar.

 

Birita Ryan hevur av álvara vunnið seg fram í ár og tað sæst eisini aftur, nú hon er vald til árins landsliðsspælara. Hon vann í harðari kapping við Jensu Tórálvsdóttir úr Víkingi og Heidi Sevdal úr NSÍ.

 

Hjá monnunum vann Jóannes Bjartalíð. Hann hevur havt eitt gott kappingarár og avrikini á landsliðnum hava verið sannførandi. Hann vann frammanfyri Jákupi B. Andreasen og Viljormi Davidsen.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.