Í 2010 var táverandi sveisiski FIFA-forsetin, Sepp Blatter so sannførdur sum nakar, at tað var rætt at geva landinum, ið er á stødd við Norðurírland, Katar vertsskapin fyri HM-endaspælið í 2022.
12 ár seinni i samrøðu við sveisiska blaðið, Tages Einzeiger, at talan var um eitt stórt mistak, at HM-endaspælið i 2022 fer fram í Katar.
- Katar er eitt alt ov lítið land. Fótbólturin og HM eru alt ov stór til Katar. Og so eru eisini stórar avbjóðingar við mannarættindunum í Katar, viðgongur Sepp Blatter í samrøðuni.
Veðurlagið í Katar er eisini orsøkin til, at HM á fyrsta sinni í 92 ár ikki verður leikt i juni og juli.