Evrard Ble taldist millum profilarnar í føroysku fótbóltskappingini í fjør. Arbeiðssami og ídni miðvallarspælarin var ein eyðsýndur partur av VB-liðnum, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Nú er framtíðin hjá Ble í VB ivasom. Orsøkin er ein tilburður undir venjing sunnudagin, har Ble brast saman við ein annan spælara. Venjarin hjá VB, danin Ole Andersen, váttar, at ein tilburður var, men hann vil ikki siga nakað ítøkiligt um hendingina.
Tað, sum hendi, kann als ikki góðtakast, og tí venur Ble fyri seg sjálvan hesa vikuna, meðan hendingin verður viðgjørd í felagnum. Hvørjar avleiðingarnar verða fyri Ble er ikki gjørt av enn, men skal hann halda fram í felagnum, so skal nógv mýkjasta og tosast áðrenn, sigur Ole Andersen.
Sosialurin skilir, at Ble leyp fram av mótvegis einum øðrum spælara, og spælarin, sum tað gekk út yvir, fekk ein løst í andlitið og hevur ikki kunnað vant síðani.
Letur væl at innsatsi
Ole Andersen er nýggjur venjari í VB, og hóast hann er greiðir yvir, at liðið hevur mist týðandi spælarar við eitt nú Mortan í Hørg og Milan Kulic, sum báðir eru farnir til HB at spæla, hevur hann góðar vónir til kappingina.
Venjingin gongur sera væl, og spælararnir fara at koma í sera góðan form. Nú vita vit ikki endaliga, hvussu liðið hjá okkum verður mannað, men eg vænti, at VB fer at spæla ein positivan leiklut í kappingini í ár, sigur Ole Andersen.
Ætlanin er, at litavski verjuspælarin Dalius Staliliunas, ið spældi við VB fyri tveimum árum síðani, skal koma aftur til VB í ár, og onkur annar útlendskur spælari er eisini upp á tal.