Ferðabloggur
Hanna Reinert Davidsen
Eitt visti eg, tá eg kom til Turkalands, og tað var, at eg var noydd at royna tað sokallaða turkiska baðið. So sjálvandi var hetta tað, sum skuldi vera tað fyrsta, sum maður mín og eg skuldu royna, nýlend í Turkalandi.
Eitt gott hugskot er at googla hetta fyribrigdið, áðrenn tú kastar teg útí tað. Bert eitt ráð, tí so at mær komin var eg ikki! Eg fór so bragdliga gleivandi oman í Spa-sentrið og bílegði mær tíð til hetta vælsignaða baðið, hóast eg ikki hevði ánilsi av, hvat hetta var fyri nakað.
Maður mín og eg vóru víst inn í eitt skiftirúm, har vit skuldu skifta til svmijiklæðir og okkurt líkt einum dúki. Longu her var mín fyrsti trupulleiki: hvat geri eg við henda góða dúk? Skal hann um høvdið, hálsin, bringuna ella miðjuna? Ella skal eg bara halda í honum sum í einum handklæði? So eg gjørdi eina neyðloysn, har eg vavdi hann eitt sindur um meg, men samstundis so mikið leysliga, at um onkur hugdi merkiliga at mær, var skjótt at hála hann av og lata sum einki.
Vit vórðu síðani førd inn í eina stóra sauna. Hendan var álík onkrum frá romverja tíðini. Vit fingu at vita, at vit skuldu bíða her í 10 min, og so varð hurðin latin aftur við einum stórum, tungum klamsi. Næsti trupulleiki inni í sauna'ini var, at har vóru bæði benkur, liggistólar, hillar og Gud viti hvat. Hvar skulu vit fara? Vit valdu, sum teir beskednu føroyingar, sum vit eru, at seta okkum á ein lítlan bonk, sum kundi sæð út, sum var hann gjørdur til endamálið.
Vit sita so og bíða sum tveir spentir fjaðrar til, hvat nú skal henda. Sum sagt visti eg yvirhøvur ikki, hvat hetta gekk út uppá - og so als ikki hvør skuldi hjálpa okkum ígjøgnum hetta góða turkiska bað. Nú fer hurðin upp... Ikki misskilja meg, eg havi verið til massagu fyrr, og eri von við, at tað altíð er ein kona ella genta, ið masserar. Ikki var eg klár til tað sjón, ið nú møtti mær. Ein stórur, feitur russari kemur inn, fyrst búkurin og síðani - góða løtu seinni - restin av honum. Eri rættiliga vís í, at eg hoyrdi eitt ýl, men veit ikki, um tað var frá mær ella manninum. Tað ger tó tað sama, tí tað var niðurdoyvt av mínum glintandi tonnum. Lættin var tó stórur, tá ein lítil asiatisk genta kom inn í hølunum á russaranum. Mínar vónir vóru gingnar á møti, og eg slapp við asiatisku gentuni, meðan maður mín so pent mátti fylgja eftir samankomingini millum ein russiskan mafiumann og ein sumo-vrestlara.
Eftir hetta var upplivingin tað reina njótilsi. Hetta lítla klæna pettið skrubbaði alla deyða húð av við einari megi, sum eg ikki veit hvar kom frá! Síðani fór hon eftir nógvum skúmi, sum hon dýggjaði meg undir við, og tað var himmalskt. Við øllum hesum skúminum á mær føldi eg meg sum ein nýføðing, sum var í bað fyri fyrstu ferð. Eg hevði hug at spæla við skúmið, byggja torn og gera
abbaskegg, men fyri ikki at gera mær ov nógv fyri skommum, lá eg har sum ein onnur larva og helt spælisjúkuni í mær. Eg royndi at lata sum um, at alt hetta fantastiska skúmið var gerandiskostur hjá mær.
Síðani varð eg masserað úr enda í annan við lekrum oljum. Eftir hesa viðgerðina kendi eg tað veruliga, sum var eg ein nýføðingur, í øllum førum tá tað kom til húðina! Við einari kenslu av vælveru fór eg sveimandi inn aftur í skiftirúmið, kendi meg sum eina romverska gudinnu. Eg hugdi smílandi
at egnari spegilsmynd og væntaði hálvavegna at Angelina Jolie hugdi aftur, so lekkra kendi eg meg.
Vælkomin aftur til veruleikan! Aftur at mær úr speglunum hugdi ein útkoyrd Hanna. Hárið var oljut og hekk sum hjá einum sloktum høsnarunga oman eftir nakkanum. Eg helt, at eg var bleik áðrenn, men eg var nú farin frá at vera føroyinga-grálig til at vera grísa-ljósareyð.
Aja! Hvat kann eg siga? Soleiðis er viðhvørt, og upplivingar sum hesar eru við til at krydra lívið, hóast tað av og á merkir, at tað heila verður heldur ljósareytt.