Tað heldur Heri Simonsen í Sosialinum seinasta leygardag. Atfinningar eru besta treytin fyri bata, men eg kann ikki so beinanvegin halda við Hera í hesum hansara pástandi. Av teim 20 sangunum í heftinum "Syngið við!" vóru 8 teir somu sum í fjør, og 9 aðrir hava gingið aftur í ólavsøkusangheftum frammanundan. Tríggjar nýggjar sangir tóku vit við í ár á fyrsta sinni: Tað brenna túsund ljós í nátt hjá Hans A. Djurhuus, sum Eyðun á Lakjuni hevur gjørt eitt so sera fitt og nútíðarligt lag til, Hvør er tað, sum har kemur lætt titandi um teig hjá Oskari Hermansson við lagi eftir Christian Wahl, sum sangfólk bæði í fjør og í ár ráddu mær til at fáa við inn í hetta ólavsøkusangúrval, og so Øskudólgur og sópingarkona, ið sum væntað gekk sera væl.
Munnu ikki fleiri taka undir við teirri áskoðan, at letur tú ikki nýggjari sangtilfar eisini sleppa framat, so stirvnar hesin sangur í tí vanabundna og hevur minni framtíð fyri sær ? Av teim 17 sangunum, sum Heri við røttum sigur, at føroyingum dámar at syngja, kunnu vit nevna, at t.d. "Aldan", "Kaga upp í himmalin", "Morgun" og "Í nátt eg droymdi" eru nýggjari sangir, ið júst midnáttarsangurin á ólavsøku man hava gjørt sítt til, at teir hava vunnið sær fótafesti í felagssangi í Føroyum. Fleiri av hesum nevndu sangum hava tó nú verið sungnir so nógv uppísaman ár um ár, at fólki man vera farið at leiðast við hesar endurtøkur. Teir eru tó ikki niðurgrivnir, fyri tað um teir eisini geva pláss fyri øðrum.
Sjálvandi kunnu áskoðanir vera so ymiskar um songúrvalið, men mín sannføring er, at tann stóri bágin til tess at fáa hesa songløtu at hanga væl saman er, at vit ikki enn hava fingið loyst teir teknisku trupulleikarnar til fulnar. Hoyri t.d. fólk siga, sum stóðu við Føroya Sparikassa, at tey illa fingu fylgt við í sanginum, tí ongin hátalari var har á leið. Í fjør varð funnist at, at kórsangararnir gjørdu ov nógv um seg í hátalarunum og tóku sanghugin frá fólki. Tað var ikki so løgið, tí mikrofonirnar, bæði tann hjá útvarp-inum og tann út til sangøkið, stóðu inni millum sangararnar. Í ár gjørdist trupulleikin tann øvuti, at sangstuðlarnir komu at standa ov langt burtur frá mikrofonini, av tí at vit ikki nóg væl frammanundan høvdu tryggjað sangarunum plássið undir Tinghúsinum, og teir fingu tí ikki á ynskiligan hátt høvi til at birta uppundir og virka til tamarhald á hesi ovurstóru sangarafjøld.
Trongdur upp í krók í fólkarúgvuni formáddi einstaklingurin sær ikki so nógv við sínari handmikro-fon. Tað er væl heldur ikki ynskiligt, at einmansrødd skal gella millum húsini, heldur tað at syngjandi bólkur hoyrist, sum øll fjøldin kann sameina seg við.
Ikki var tað sørt, at eisini "Ormurin Langi" fekk tekniskar trupulleikar í ár, og samanumtikið áttu allir avvarðandi partar at funnið saman í fyrireikingini av hesum risatiltaki, sum enn tykist hava stóran áhuga hjá fólki.