Bretsku hernaðarmyndugleikarnir siga, at eitt bretskt flutningsflogfar, sum datt niður í Irak tann 30. januar, varð eftir øllum at døma skotið niður. Tíggju bretskir hermenn vóru í flogfarinum, og allir doyðu.
Upprunaliga sýttu bretar fyri at viðurkenna, at irakskir uppreistrarmenn høvdu skotið floggfarið niður, og bæði bretar og amerikanarar hildu uppá, at uppreistrarmenninir hava ikki vápn, sum kunnu skjóta flogfør niður. Tá arabiska sjónvarpsstøðin vísti myndir, sum tóktust prógva, at tvær rakettir raktu flogfarið, vístu bretar hesum aftur.
Men sambært blaðnum The Independent er ein kanningarnevnd hjá verjumálaráðnum í London komin til eina aðra niðurstøðu. Nevndin sigur, at flogfarið varð eftir øllum at døma skotið niður, og at uppreistrarmenninir helst skutu tað við einari ella fleiri nútímans rakettum. Tær gomlu, russisku SAM-rakettirnar, sum uppreistrarmenninir hava, eru ikki førar fyri at raka eitt flogfar, sum flýgur so høgt, sum Hercules-flutningsflogførini gera, sigur nevndin.