Blendaði grønlendska tyrlu við lasara í náttarmyrkri

Grønlands Politi leitar eftir vitnum, eftir at ein tyrluskipari, sum var á flogi, varð blendaður við einum lasaraljósi.

 

Í samdøgurfrágreiðingini hjá Grønlands Politi hava tey eitt mál, har ein tyrluskipari, sum var flogi við einari bjargingartyrlu týsnáttina, varð blendaður av einum grønum lasaraljósi.

 

Løgreglan fekk fráboðan um hendingina klokkan 01.17 týsnáttina, og hendingin verður sambært løgregluni tikin í størsta álvara.

 

Í prinsippinum er tað vandamikið at blenda flogskiparar, samstundis sum hetta kann geva teimum eygnaskaðar.

 

- Vit vilja gjarna frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð eitt hvørt í samband við hendingina týsnáttina.

 

Tað sigur Grønlands Politi, sum leggur aftrat í samrøðu við Sermitsiaq, at tey í løtuni ikki vita, hvaðani ljósið kom, tá tyrluskiparin varð blendaður í náttarmyrkrinum.