Bleyti Blachman

Tey fingu kritikk frá Bkachman hvørjar ferð, men kortini eru Tandberg & Østenby glað fyri sín nýggja dómara. X-Factor dómarin er nevniliga als ikki eins harður í veruleikanum.

- Hann er fittur at vera saman við, og vit rigga væl saman, sigur Isabella Østenby um Blachman.

 

Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið fyri Isabellu og Simone, sum saman eita Tandberg & Østenby. Thomas Blachman er kendur fyri at vera harður og náðileysur við luttakarar, og fleiri ferðir hava songkvinnurnar ivast í sær sjálvum og sínum evnum, orsaka av Blachman.

 

- Tað var trupult at vita, um hann yvirhøvur dámdi okkum. Tað vóru tíðir, tá vit bara høvdu brúk fyri onkrum jaligum orðum frá Blachman. Men hansara hørðu orð fingu okkum eisini til at berjast meira fyri sakini, siga tær báðar við bt.dk.

 

Blachman hevur tríggjar bólkar við til live- showini, sum byrja í morgin.