Blikur fleyg væl í summarveðrinum

5-mannafør gentur: Drekin hekk í eina góða løtu, men í endaspurtinum var einki at ivast í

Tað heftir einki fyri Bliki í kappingini millum 5-mannafør við gentum.

Á jóansøku var stórur spenningur, men at enda vann Blikur, sum eisini vann í Klaksvík og í Hvalvík.

Í dag var einki at rafla um. Blikur legði seg beinanvegin á odda, og Drekin svam aftaná.

Men í endaspurtinum var als eingin ivi. Blikur róði frá øllum hinum og var meiri enn eina bátslongd undan teimum næstu. Drekin var næstfremstur, men Drekin fekk kapping frá Firvaldi og Frúnni, sum mest sum vóru stavn um stavn, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

1 Blikur 5.29.46

2 Drekin 5.32.08

3 Firvaldur 5.33.28

4 Frúgvin

5 Fenja

6 Kollur

7 Rókur

8 Ørnin

9 Báran