Argjagentur vóru sera væl nøgdar, tá ið tær komu at landi, eftir at tær høvdu vunnið fyrsta FM róðurin á Norðoyastevnu:
-Vit hava vant nógv og hart, og vit høvdu góðar vónir, tá ið vit fóru norður í morgun. Tað tók eina løtu at leggja bátarnar, men tá ið vit vóru farnar undir kappingina, gekk tað framúr væl hjá okkum,sigur Brynhild Petersen, sum er róðursgenta umborð á Bliki.