Blikur var í stórum stíli

5-mannafør gentur: Argjagentur vóru meiri enn eina bátslongd frammanfyri somu avbjóðarar sum á norðoyastevnu

Argjagentur umborð á Bliki vunnu á norðoyastevnu, og á sundalagsstevnu í Hósvík í dag lótu tær á Argjum ongan iva vera um úrslitið.

Blikur legði seg beinanvegin á odda, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.

Tá ið málið var hálvrógvið slitnaði millum tveir teir fremstu, og á málinum var Blikur tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri Drekan.

Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var næstfremst á norðoyastevnu, og Drekin var aftur í dag næstfremst. Tað var ein stór bátslongd frá Drekanum og aftur til Firvald, sum á norðoyastevnu endaði á sætta plássi, og Frúgvin úr Miðvági vann kappingina um fjórða plássið við Rókin, sum eisini er úr Miðvági.

 

1 Blikur 5.53.30

2 Drekin 5.57.16

3 Firvaldur 6.01.04

4 Frúgvin

5 Rókurin

6 Báran

7 Kollur

8 Fenja

9 Sílið

10 Falkur

11 Ørnin