Blindafelag skiftir navn

Fríggjadagin 21. novembur verður skipað fyri evnisdegi á Føroya Blindastovni, sum í næstum skiftir navn til Sjóndepilin. Á degnum, sum er opin fyri øll, verður høvi hjá gestum at royna seg sum sjónveik

Komandi fríggjadag verður skipað fyri evnisdegi á Føroya Blindastovni. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á stovnin og endamálið við honum. Á tiltakinum, sum samstundis er »opið hús«, verður møguligt at læra nógv um viðurskiftini hjá sjónveikum og blindum, og somuleiðis eisini at síggja virksemið hjá stovninum.

Danin Steen Evald, ið er myndamaður hjá donsku kongafamiljuni verður á staðnum, og fer at hugleiða um hansara uppliving av at vera blindur. Tað ber so á, at Steen Evald viðvirkaði í eini sending, ið var á DR1, har fólk royndu seg við ymiskum brekum í ein dag. Hann skuldi royna seg sum blindur og hesum fer hann at greiða frá.

Gestirnir hendan dag sleppa eisini at royna seg. Við serstøkum brillum kunnu fólk royna at gera ymisk lítil handverk, so tað ber til at uppliva hvussu tað er at vera sjónveikur.

»Myrkt kaffi« kallast eitt tiltak har. Ein bingja er sett upp á staðnum, har als einki ljós verður inni. Her kunnu fólk seta seg við einum koppi av kaffi og njóta hann starblind.

Depilin ger vart við virksemið sítt, og møguleikarnar, ið sjónveik og blind hava í Føroyum. Møguleikar at betra um umstøðurnar hjá teimum, við ymiskum hjálpartólum og ljósi, verða sýndir fram. Eisini møgulig frítíðarítriv, ið blind kunnu njóta, verða á staðnum. Millum annað ein byrsa, har oyruni verða nýtt at miða við.


Nýtt navn

Føroya Blindastovnur fer eisini í næstum at broyta navn til Sjóndepilin. Stovnurin hevur í 20 ár virkað undir navninum, men tað er heldur misvísandi, sigur Karin Kass, dagligur leiðari,

- Seinastu árini hevur verið tosað um at skifta navnið, tí virksemið umfatar onnur enn bara blind. Navnið kann vera ræðandi, tí tað tykist um seinasta endastatiónin, men so er ikki. Depilin er fyri øll tey, ið hava trupulleikar útyvir vanligar brillur og optikk. Depilin arbeiðir fyri at betra um umstøðurnar hjá sjónsveikum, so hesi kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, í heimunum og í frítíðini longri. Hóast navnið broytist verður virksemið og tænastustøðið enn hitt sama, sigur Karin Kass.

Í norðanlondunum rundan um okkum vísa hagtølini, at umleið 1% av íbúgvunum hava sjónstrupulleikar, við styrki mett til, at tey eru sjónveik. Í Føroyum er hetta talið nakað hægri, tí ymsar eygnasjúkur koma oftari fyri, orsakað av arvaligum viðurskiftum.

Nýggja navnið tiltalar ein breiðari skarða, og umboðar betri depilin, metir Karin Kass.