Virksemi stovnsins umfatar ikki einans blind, men eisini sjónsveik, tí metir Karin Kass gamla navnið vera heldur misvísandi. Nýggja navnið er Sjóndepilin Hóast navnið skiftir, so verður virksemi og tænastustøðið á stovninum hitt sama, greiðir Karin Kass, leiðari frá.
Í sambandi við navnabroytingina verður skipað fyri evnisdegi fríggjadagin 21.. Endamálið við hesum degi er at gera Sjóndepilin meira sjónligan.
Tiltakið byrjar á morgni og øll eru vælkomin. Á skránni eru fyrilestrar og ymiskt, ið fólk kunnu síggja og uppliva. Gestirnir sleppa at uppliva tilveruna sum sjónveik ella blind.