PORTRETT
Klaksvík:Synnøva hevur úr at gera.
So nógv, at arbeiðið og frítíðin eru farin at minna nógv um hvørt annað.
Hon eigur og rekur fotohandilin Blitz foto. Á Fornagørðum í Klaksvík koma fólk á gátt við filmum og øðrum.
Men tað er ikki í handlinum, at Synnøva hevur úr at gera. Ikki tí. Handilin krevur sítt.
Tað eru heldur myntatøkurnar, sum halda Synnøvu burtur frá sjónvarpinum um kvøldið.
Til á heysti 2001 kundi Synnøva kalla seg húsmóðir. Trý børn krevja sítt, men áhugin fyri myndum er ikki so at fjala.
Hon og maðurin keyptu eini høli á Klaksvíksvegnum, og áðrenn hon visti av, kundi hon kalla seg fotostjóra. Handilin við tí so Klaksvíks merkta navninum varð settur á stovn.
? Hevði sett mær fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin aftur, og eg tímdi ikki at
arbeiða í barnagarð ella ansa eftir gomlum fólkum, so byrjað bara mítt egna, sigur Synnøva, sum leggur dent, at maður hennara er henni ein hollur stuðul ? og hon ein góður stuðul hjá honum.
Hatar at koma uppá
Sjálv kann Synnøva ikki torga at koma upp á myndir. Hon vil nógv heldur standa hinumegin myndatólið.
Hendan mikudagin, vit eru á vitjan, gongur leiðin yvir í hølini, har Synnøva vanliga tekur sínar myndir. Tey eru ikki nógvar metrar frá handlinum, og Synnøva hevur eisini eina ætlan um at fáa lagt hølini saman í einum bygningi. Heldur ikki eru hølini nógvar fermetrar til støddar.
Assa, sum hjálpir Synnøvu í handlinum, er komin við okkum at spæla modell. Og eftir at lampurnar eru innstillaðar og eitt langt prát við okkara myndamann um myndatól, ljósstyrki og annað, sum vit vanligu deyðiligu ikki skilja so nógv av, so stendur Synnøva fyri tørni at verða avmyndað.
Skuldi nakar verið í iva, so snýr hendan greinin seg um Synnøvu Waag Poulsen í Klaksvík. Fleiri hava óivað sæð hana til okkurt brúdleyp ella veitslu, har Synnøva er hin konan, sum gongur runt og tekur myndir av øllum.
Í øllum førum er hetta tað, sum tekur nógva tíð hjá Synnøvu. Tað byrjaði alt stutt eftir, at handilin varð latin upp. Ætlanin var ikki at byrja at taka myndir sjálv, men ? sum hon sjálv sigur ? hon dugir ikki so væl at siga nei.
Og tað byrjaði við einum brúdleypi í Christianskirkjuni. Vit vita ikki, hvør tað var, sum giftist, men Synnøva var so til staðar við myndatólinum. Síðani hendan dag hevur myndatólið ligið meira ella minni fast í hondunum.
Hóast brúdleyp og veitslur ikki altíð eru heimsins mest spennandi og avbjóðandi uppgávur, so dámar henni bara væl, og hon vil fegin gleða fólk, tí ikki nógvir fotografar eru í Klaksvík og fólk vilja fegin hava myndir av merkisdøgunum.
Við tíðini er arbeiðið eisini farið at fevna um annað enn veitslur og Klaksvík. Ikki nógv pláss er í hølunum, har hon vanliga tekur myndir, men tað eru nógv, sum støkka inn á gólvið, og ein stórur partur av virkseminum gongur nú fyri seg her.
Men myndatólið er kortini ikki við allastaðni.
? Nógv halda, at eg altíð taki myndir. Men myndatólið er ikki altíð við. Ti eg vil eisini hava frí, sigur Synnøva.
Vil hava útbúgving
Synnøva Waag Poulsen er ikki útbúgvin innan fakið, men áhugin hevur vart leingi. Síðst í áttatiárunum starvaðist hon hjá Per á Hædd, og ætlanin var upprunaliga at fara í læru, men hon kom ongantíð so langt.
Nú eini fimtan ár og trý børn seinni hevur hon so fingið sín egna handil
? Dreymurin hevur allatíðina verið til staðar, sigur Synnøva.
Og higartil hevur tað bara gingið upp á stás. Kappingin um filmarnar í
Klaskvík er hørð, og tað merkir Synnøva eisini. Men fotografar vaksa ikki á trøðum í Klaksvík, og hetta merkir arbeiðstímarnar hjá Synnøvu.
Men ætlanin og dreymurin um at útbúgva seg meira eru so avgjørt framvegis tilstaðar.
? Eg kundi í øllum førum hugsað mær at tikið okkurt skeið. Eg byrjaði
handilin út av áhuga, og ætlanin var at framkalla og ramma inn, men tað er eisini spennandi at taka myndir, og eg vil fegin vita meira, sigur Synnøva.
Tá hon byrjaði nýggja virksemið fekk hon køna hjálp frá einari kønari lærdari
myndakvinnu úr Danmark, sum legði henni lag á. Hóast hon hevur fingið hampuligar umstøður, so er hon ikki nøgd enn.
? Eg vil hava betri umstøður og fleiri møguleikar, sigur Synnøva.
35 ára gamal Synnøva heldur tað vera strævið at skulu stríðast soleiðis, men hon hevði ikki gjørt, hevði hon ikki hug.