Blivu avsmurdar eftir góða byrjan

EM-undankapping: Føroyar – Kroatia, kvinnur 0-3 (10-25,6-25, 13-25)

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu í dag í Kroatia. Hóast tað glógvaði í føroysku kvinnunum fyrstu løtuna, so blivu tær avsmurdar tvey tey fyrstu settini. Triðja settið gevur loyvi at brúka orðið ”heiðurligt tap”, heldur Flogbóltssambandið fyri, tí talan er also um tíggjunda besta flogbóltslandið í kvinnuflogbólti.

 

- Fyrstu løtuna gekk tað nokk so væl hjá Føroyum, og støðan gjørdist 4-5. Men so kom proppur í, og Kroatia vann ellivu stig á rað og legði seg á odda 16-4. Trý stig á rað til Føroya frá 7-20 til 9-20, áðrenn Kroatia vann 25-10, munaðu væl, so at settið at enda kom undir heitið “eitt heiðurligt tap”, tí Kroatia er hóast alt styrkismett nummar 10 í Evropa, skrivar Flogbóltssambandið, og leggur afturat:

 

- Um annað sett mugu vit bara siga, sum var: Vit fingu bank! 1-6 gjørdist til 2-11, og tá Kroatia hevði fingið 25, vóru vit komin upp á 6. Einasta ljóspunkt í settinum var, tá Milja Silvansdóttir brúktið høvdið – bókstaviliga – og skallaði ein lobbara í gólvið hjá Kroatia til støðuna 4-16.

 

Í triðja setti gekk nógv betur. Føroyska liðið helt nokk so fast í Kroatia til 7-9, tá munurin vaks til 8-17, áðrenn Kroatia vann settið 25-13.  Hetta var síðsti dysturin í hesi fyrstu EM-undankappingini hjá Føroyum, sum varð skipað eftir hesum leistinum.

 

Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi. Hesum hevði Flogbóltssambandið eisini roknað við. Nummar eitt gjørdist Rumenia, sum í dag vann 3-2 á Ísrael. Á øðrum plássi kemur Kroatia, sum saman við Rumenia hevur vunnið seg í EM-endaspælið næsta ár. Bæði fingu 14 stig; Rumenia settmun upp á 16-6 og Kroatia settmun upp á 16-7. Ísrael á triðja plássi fekk 8 stig.

 

EM-undankapping:

 

Føroyar – Kroatia, kvinnur 0-3 (10-25,6-25, 13-25)

 

Mynd: (Flogbóltssambandið)