Blóðregn í Danmark

Tey bæði næstu samdøgrini kemur nógvur sandur úr Sahara-oyðimørkini ímóti Danmark, og tað kann gera, at danir fáa tað, sum verður rópt blóðregn.

Í gjár var ein ógvusligur sandstormur í landnyrðingspartinum av Marokko, og hann hevur sent nógv sanddust upp í luftina, sum rættiliga frískur sunnanvindur nú ber nroðureftir og líka til Danmarkar.

 

Donsku veðurmenninir siga, at tað er serliga útsynningsparturin av Danmark, sum kann fáa blóðregn fríggjakvøldið til út á fyrrapartuin leygardagin, tá eitt brúgvalag við regni kemur vestaneftir. Seinnapartin leygardagin kann blóðregnið so breiða seg longri eystur í landið.

 

Tað sæst sjón fyri søgn, tá blóðregn hevur verið, tí regnið leggur eitt tunt reytt lag á eitt nú bilar og vindeygu.

 

Tað eru ikki bara danir, sum kunnu vænta sær tað reyða regnið úr Sahara, tí sambært veðurmonnunum breiðir tað seg út yvir Spania, Frakland og Týskland, áðrenn tað kemur til Danmarkar.