Av tí at bløðini lógu eftir í Kastrup, tá flogfarið hjá Atlantsflog fór til Føroyar hóskvøldið, komu bløðini ikki út sum ætlað í gjár, og tey verða ikki borin haldarum fyrr enn mánadagin.
Tað harmast blaðleiðslurnar um. Haldarar í Havn, sum hava postboks, hava tó fingið bløðini í boksirnar.
Allir haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.
Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna ella baksíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið.
Allir haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.
Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.