Nógv kjak hevur verið seinastu tíðina um rúsevnir og annað, og tann afturvendandi spurningurin tykist ikki verða svaraður: Hvat er nýtsla, og hvat er misnýtsla?
Havi spurt hendan spurningin 100 ferðir seinastu mánaðirnar, men eingin vil svara mær. Onkur tykist vita svarið, men vil fyri Guds skyld ikki siga tað hart. Men altso, er tað nakað, sum eitur nýtsla av hassj? Er øll nýtsla misnýtsla? Ella ? Ja, tað er ólógligt. Men er tað so skaðiligt, sum summi vilja verða við? Kanska, eg veit heilt erligt ikki, men.....
Ein kanning hjá viðurkendum professarum úr Bretlandi staðfestir, at cannabis er minni skaðiligt enn til dømis rúsdrekka og tubbak. Cannabis megnar enntá ikki at enda á top 10 listanum yvir mest skaðilig evnir í heiminum.... So hví er ØLL nýtsla av cannabis bólkað sum misnýtsla?
Ber tað til at roykja eina feita every once in a while, uttan at verða ávirkaður av tí í gerandisdegnum og kunna bólkast sum misnýtari? Eg meini so við, at nógv fylla seg við rúsdrekka vikuskifti aftaná vikuskifti, men at roykja eina feita er heimsins undirgangur, óansæð um tað er einaferð um mánaðin, einaferð um árið ella bara einaferð. Ja, eg veit tað er ólógligt, men um vit ganga út frá at lógir eru mannagjørdar, og tískil ikki altíð 100 prosent svarið uppá alt, so kundi eg hugsað mær at sett spurnartekin við, hví summi lívsfarlig evnið eru lóglig, góðtikin og nærmast viðmælt, meðan onnur, sum í veruleikanum eru MINNI skaðilig, eru bannað við lóg, og ekstremt hart revsað.....?
Eg eri ikki ein hassjari. Havi faktist aldrin roynt hassj. Men eg undrist yvir, hví samfelagið er soleiðis uppbygt, og hví vit aldrin vilja endurskoða okkara lógarskipan. Ja, kanska skal ALT verða bannað. Rúsdrekka, tubbak, cannabis og alt annað sum kann rúsa okkum gemenu menniskju. Men tað gitið eg er ljósár frá at henda, so ístaðin fyri at hugsa í forðingum, so kanska vit áttu at hugsa um at veruleikin kanska, bara KANSKA ikki er soleiðis sum vit halda, vilja og hava livað við forever.......
Sum ein non hassjari kann tað tykjast løgið, at júst eg skal seta spurnartekin við hetta, men orsøkin er sera einføld. Eg haldi tað er av sera stórum týdningi, at vit tora at seta spurnartekin við okkara lógir, ella rættari sagt, tað sum vit hava mett at verða tann ævigi sannleikin. Eg veit ikki um tað skal verða lógligt at roykja hassj, og fyri so vítt haldi eg, at alt sum ger, at vit missa kontrol á okkum sjálvum, er negativt. Men hinvegin so haldi eg, at vit mugu grunda okkara samfelag, okkara samfelagskjak og okkara grundarlag á vitan. At velja at verða óvitandi er undir øllum umstøðum ikki ein góð loysn, og tá granskarar kring knøttin eru samdir um, at rúsdrekka er vandameiri enn cannbis, so kanska, bara kanska, skulu vit til at endurskoða okkara æviga sannleika.......