Høgni Hoydal
------
Heldur enn at ernast av tí, ið vit sjálvi hava megnað og kunnu skapa, verður ein følsk mynd skapt av einum blokkstuðli, sum verður nýtt sum amboð at flýggja undan ábyrgd og framtíðarvisjónum
Lesarabræv eftir lesarabræv. Røða eftir røða á tingi. Viðmerking eftir viðmerking á netsíðum og millum manna. Og eisini oddagreinar í størstu bløðunum, hava síðani niðurgongdina í búskapinum í 2009, miðvíst roynt at givið blokkstuðulsniðurskurðinum í 2001 ábyrgdina av okkara fíggjar- og búskaparstøðu í dag.
Hetta er ikki bert ein sera følsk mynd av veruleikanum. Hendan blokkmytan er samstundis tann knakin, ið ábyrgdin hjá teimum flokkum, sum hava sitið við valdið í 6 ár, verður hongd á, tá teir fara úr henni hvønn dag. Hon er hartil oyðileggjandi og niðurgerandi mótvegis øllum fólkinum og vinnuni í hesum landi, sum skapa tey veruligu virðini – og sum hava megnað ótrúlig tøk, síðani landið fór á heysin við fullum blokkstuðli í nítiárunum. Og hendan blokkerandi blokkmytan skapar undirbrotligheit og undanstøkking mótvegis teimum broytingum og visjónum, ið politiska skipanin eigur at taka á seg.
Vit hava havt ov mikið av peningi
Hvussu følsk blokkmytan er, sæst bert við at hyggja at teimum veruligu búskapartølunum:
- Síðani 1998, tá blokkstuðulin fyrst varð settur til viks og síðani skorin í 2001, hava vit nærum tvífaldað bruttotjóðarúrtøkuna. Úr 7 milliardum upp í 13 milliardir. Tað merkir, at blokkstuðulin í dag bert er uml. 6% av øllum, tí ið vit sjálvi skapa. Og hetta brúka leiðandi politikarar alla orkuna at taka fram, heldur enn at tosa um tey 94%, ið fólkið og vinnan í landinum skapar.
- Inntøkur landskassans eru eisini vaksnar støðugt. Síðani blokkurin varð skorin, eru inntøkur landskassans vaksnar við einari milliard – hóast skattalættar vórðu givnir fyri 400 mió. undir fyrra ABC-landsstýrinum.
- Undir fullveldislandsstýrinum varð skuldin niðurgoldin og milliardir spardar upp. Tað gjørdi, at hóast øll alivinnan og rækjuflotin fór á heysin í 2003, megnaðu vit at standa ímóti uttan kreppu og panikkloysnir. Tað hava vit ongantíð megnað fyrr, tá so stór afturstig eru komin. Í nítiárunum fóru vit á heysin við fullum blokkstuðli.
- Og sjálvt nú, er grundarlagið fyri, at vit yvirhøvur hava møguleika til atgerðir og bata, at fullveldispolitikkurin rindaði skuldina niður og legði pening til viks.
Veruleikin er, at vit ongantíð hava vit havt so nógvan og vaksandi pening, síðani blokkstuðulin varð tikin úr renslinum. Vit áttu at verið ómetaliga errin av tí, sum føroyska samfelagið megnaði frá miðjum 90-unum til 2004.
Ov nógvur peningur skapt kreppuna
Men síðani er peningurin lorkaður burtur. Tað, sum hevur skapt kreppuna, er ikki ov lítið av peningi at nýta, men ov nógvur peningur, ið verður oyðslaður burtur og ikki skapar verulig virðir. Og soleiðis hevur tað í veruleikanum altíð verið.
Sannleikin er, at ABC-flokkarnir komu til eitt búgvið borð í 2004, har skuldin var niðurgoldin og 2,3 milliardir spardar upp. Avtalur vóru gjørdar við kommunur um búskapin, 10-ára íløguætlan løgd, skil á fíggjardisiplinini – og onki ár undir fullveldislandsstýrinum hevði givið undirskot.
Hetta varð alt slept. Avtalur við kommunur uppsagdar og langtíðarætlanir sleptar. Kalkulerað varð við undirskoti beinanvegin. Skattalættar givnir, ið hava kostað 400 mió. um árið. Óloglig meirnýtsla hava kostað aðrar 340 mió um árið. Skúlar fluttir og verkætlanir støðgaðar, ið hava tvífaldað kostnað. Bara hetta tilsamans svarar á leið til undirskotið á fíggjarlógini í dag. Harumframt hava sitandi flokkar brotið løgtingssamtyktina um, at peningurin fyri sølu av Føroya Banka skuldi setast í Búskapargrunn. Ístaðin eru hesar 1,6 milliardirnar eisini brúktar.
Úrsltið var ovurnýtsla, har kostnaðarstøðið og kappingarførið ruku av leið. Útlánini hjá bankunum hækkaðu úr 10 milliardum í 2004 uppí 18 milliardir í 2008. Hartil varð arbeiðsmarknaðurin afturlatin fyri útlendskari arbeiðsmegi. Fólk kunnu so bara ímynda sær, hvat var hent, um blokkstuðulin ikki var skorin og hesir pengar høvdu verið sprændir út afturat. Blokkstuðulin hevði í dag verið 1,4 milliard, var hann ikki skorin og fastfrystur.
Hvat kostar heimastýri og ábyrgdarloysi?
Tí eru tær avbjóðingar, ið vit hava í løtuni við einum halli uppá 800 mió., júst tær somu, sum tá tað ræður um at gera okkum leys av temum seinastu 600 milliónunum í blokkstuðli. Við einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki, fiskivinnureformi, vinnupolitikki, reformum í almennum skipanum og íløgum í útbúgving og gransking, fara vit sjálvsagt eisini at megna tað. Og taka vit eisini á okkum ræði á okkara atgongd til umheimin og til altjóða samstarv, eru størstu inntøkumøguleikarnir har at finna.
Vit eiga at venda følsku myndini um blokkin á høvdið og spyrja:
- Hvat hevur heimastýrið kostað Føroyum? (Sambært Caragata-álitinum, kostaðu bara 80’ini 13 milliardir út gjøgnum vindeygað).
- Hvat hevur ábyrgdarleysur fíggjar- og búskaparpolitikkur og vantandi politisk mál og planlegging kostað Føroyum?
- Hvat hevur tað kostað okkum, at vit ikki hava ræðið á okkara egnu viðurskiftum við umheimin og kunnu gera egnar avtalur við onnur lond?
- Og hvat hevur tað kostað okkum, at meira enn helvtin av øllum politiskum orðaskifti hjá valdum politikarum og teirra stuðlum í bløðunum, snýr seg um at tekna eina falska mynd av, hvat vit ikki megna og hvat vit ikki kunnu?