Sosialurin ruddar forsíðuna fyri oraklinum. Sjálvsagt. Hetta hóskar í krammið. Tað ræður um at taka vónina og neistan frá fólkinum. Sleggjan hjá imperialismuni veit, nær ið løtan er. Fyri fleiri árum síðani ruddaðu teir eisini forsíðuna, táið táverandi formaður Sambandsfloksins útbasuneraði, at ríkisveitingin var fyritreytin fyri lívi í oyggjunum. Fullveldislandsstýrið kutaði tíanbetur somikið av blokkinum, at hann í veruleikanum er 800 milliónir krónur lægri um árið í dag, enn hann hevði verið, um onki varð gjørt tá. Sama landsstýrið hevði yvirskot á løgtingsins fíggjarlóg øll árini – samlað slakar 3 milliardir í sløk 6 ár. Vil tvíhalda um, at tað var bjarta málinum um fullveldi fyri at takka. Síðani settust búskaparligu pyromanarnir í ABC-samgonguni við heimastýrisradiatorarnar úti í Tinganesi. Um tað var tilvitað ella ikki, kann gitast um, men floksfelagarnir hjá hesum fjallinum Nón, sum nú er farin at skjóta við kanón, tó við øgiligari spjaðing í høglunum, torpederaðu búskapin, m.a. við einum ørvitiskendum skattapolitikki, og eru beinleiðis orsøkin til ringu støðuna, vit nú sita í. Tað er lagnunnar speisemi, at oddviti Javnaðarfloksins, sum lat seg dragsa runt í borgarligu manesjuni, fyri at sita sum galliónsfigurur í danska heimastýrinum, nú skal sita og súpa sín egna dárskap upp úti í Albert Hall.
Tikið verður til í greinini í Sosialinum, um forfattaran Nónfjall, at hann er búskaparfrøðingur og stjóri á Føroya Handilsskúla. Ætlanin var tí at spyrja mannin, um hann í hesi niðurgangsgreinini umboðar seg sjálvan, Sambandsflokkin, sum hann er ein oddviti í, stýrið fyri Føroya Handilsskúla ella starvfólkini á skúlanum? Um svarið er ja, merkir hetta so eisini, at stýrið og starvsfólkini eru líka hugað sum stjóri teirra, fyri at hækka ríkisveitingina aftur? At smíða stórt slátur úti í Marknagili fyri at fóðra føroysk ungmenni við hesi sjúkligu pessimismuni, hesum svarta íhaldi og himinrópandi vónloysi mann neyvan vera serliga skilagott. Eru alternativar røddir á hesum skúla, sum enn hava so frægt av lívsmóti, at tey enn troysta sær, at stinga beinini út um songarstokkin í lýsingini, so áttu tey kanska at gjørt vart við seg. Annars kunnu tey, sum skulu játta pening til nýbygging skjótt fara at ivast í, um samfelagið hevur nakra framtíð við einum skúlaskapi, har evsta leiðslan hevur slept vónini um, at næmingarnir í heila taki hava nakra framtíð í einum samfelag, sum sambært honum er dømt til at miseydnast. Fái accosiatiónir aftur til eina tekning hjá Óla P. í Stavninum, har ein litteratur situr og kikar niður í nalvan á sær sjálvum. Universið gerst trongligt, táið fokuspunktið gerst so sjálvsupptikið og avlagað.