Bjarni Olsen
???????????
Vit mugu kunnu krevja, at politikarar, sum hava fingið litið ábyrgdarsessir upp í hendi, duga at halda høvdið kalt og varðveita sakligheitina, so almenn niðurgering og útspilling ikki skaðar talufrælsið. Og lat okkum so venda aftur á slóðina og nema við búskaparligu viðurskiftini, sum Herman Oskarsson hevur umrøtt.
Hví verður Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, niðurgjørdur, útspiltur og gjøgnumheglaður fyri alment at viðgera búskaparliga sera týðandi viðurskifti fyri samfelagsbú-skapin? Er tað ikki júst hansara uppgáva?
Sjálvandi er tað hansara uppgáva, men tað er ikki trupult at skilja, hví øsingin verður so ógvuslig. Bæði blokkurin og fiskimannaskatturin hava beinleiðis ávirkan á inntøkubýtið í samfelagum, og tá skal, sum rímuligt er, lítið til, at fólk, ella kanska heldur menn, gerast heitir. Eg kenni sjálvur til fyribrigdið m.a. sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum. Tað er eitt fyribrigdi, sum ein og hvør, ið vil úttala seg, má rokna við. Men vit mugu kunnu krevja, at teir politikarar, sum hava fingið litið ábyrgdarsessir í hendi, halda høvdið kalt og varðveita sakligheitina, so hetta keðiliga og órímiliga fyri-brigdið ikki skaðar talufrælsið.
Hermann - og Astrup - hava meir enn tey flestu tikið týðandi samfelagsbúskaparlig evni upp til viðgerðar í almenninginum. Vit hava brúk fyri fólkum sum teir báðar, tí tað er umráðandi, at vit hava eitt livandi og sakligt samfelagskjak uttan mun til, um vit eru samd við teir ella ikki. Og í sambandi við blokkstuðulin mugu vit kunna tola, at kjak eisini tekur seg upp í Danmark. Tað er hóast alt haðani, blokkstuðulin kemur!
Men hvat við at venda aftur á slóðina? Hvørji evni viðgjørdu teir báðir? Eg skal beinanvegin viðganga, at eg eri millum teirra, sum ikki var á ráðstevnuni, har teir løgdu fram síni sjónarmið, so eg noyðist eins og tey flestu at taka støði í tí, sum er komið fram í bløðum o.ø. Niðanfyristandandi er tað, sum eg havi fingið burturúr.
Blokkstuðulin var høvuðsevnið
Føroyar fáa í dag góðar 600 mkr. í árligum blokkstuðuli úr Danmark og nakað afturat til rakstur av rættarskipan, politii osfr., tilsamans 1 mia. kr. árliga.
Hermann sigur, at vit brúka ikki statsstuðulin í dag, og vísir til, at tað sæst av tjóðarroknskapinum. Uttan at vita tað giti eg, at hann meinar við, at avlopið á føroyska gjaldsjavnanum er umleið líka stórt sum árligi statsstuðulin. Hetta merkir, at føroyskir borgarar og fyritøkur plasera líka nógvar pengar uttanlands árliga, sum verður latið í stuðuli úr Danmark árliga. Eg skilji Hermann sum, at hann meinar, at tað hevur við sær, at "blokkurin kann koyrast vekk uttan, at samfelagið í síðsta enda verður verri fyri enn í dag".
Eg kundi hugsað mær, at Hermann greiddi nærri frá, hvussu hetta skal ganga upp. Um statstuðulin fellur burtur, so mugu annaðhvørt landskassaútreiðslurnar minka, landsskatturin økj-ast ella bæði. Uttan mun til hvat verður gjørt, ávirkar tað samfelagsvirksemið negativt. Úrslitið verður óivað eisini, at gjaldsjavnaavlopið minkar. Hetta mótvirkar fyrrevndu afturgongd, men fyri mær at síggja, er ongin trygd fyri, at vit enda við sama virksemi í samfelagnum sum í dag ella at hall ikki verður á gjaldsjavnanum. Eg lati meg tó fegin sannføra!
Vinnustuðul var eitt annað evni
Tað hevur ofta verið nevnt, at ein grund til, at vit í Føroyum eru so "hervilig" til at fara undir stuðulsskipanir, er, at blokkurin ger, at vit ikki noyðast at raðfesta so neyvt við tí úrsliti, at stuðulsskipanir lættari koma gjøgnum politiskt. . Eg trúgvi ikki, at orsøkin til stuðulsskipanir í Føroyum gjøgnum tíðirnar er stuðulin úr Danmark, men heldur at politikararnir hava meint og framvegis meina, at tað er best fyri føroyska samfelagið at veita stuðul. Í stuttum kann sigast, at føroyskir politikarar - og føroyingar yvirhøvur - ikki so gleivbeintir sum vit búskaparfrøðingar taka undir við, at ein fult liberaliseraður búskapur gevur besta úrslit fyri samfelagið. Vit hava framvegis eina stóra uppgávu at sannføra føroyingar um, at liberalisering er gongdin frameftir. Men vit mugu vera eins treisk, og tey hava verið í øðrum londum, tí har hevur tað eisini tikið nógv ár at fáa undirtøku fyri hesum. Tað tekur tíð, men tað eydnast helst at enda.
At enda ein viðmerking til uppskotið hjá Astrup um, at blokkstuðulin skal regulerast í mun til fíggjarliga gongdina/tørvin í Føroyum. Hetta er onki nýtt uppskot. Tað munnu vera minst 30 ár síðani, eg fyrstu ferð hoyrdi um tað, men tað er helst eldri enn so. Seinast varð tað viðgjørt í sonevndu Gørtz-frágreiðingini, sum varð gjørd í sambandi við kreppuna í 1992. Har fekk tað ikki gott viðmæli, serliga ti tað hevur við sær skeiva tileggjan (incitament). Tá verður hugurin hjá okkum føroyingum til at fáa búskapin at ganga væl ikki so stórur, tí so minkar stuðulin. Christian Schultz, danskur professari í búskapi, hevur skotið upp at javna stuðulin eftir gongdini í altjóða fiskaprísunum (heldur ikki hesir tankar eru nýggir). Harvið slepst uttan um, at stuðulsmóttakarin sjálvur, t.e.føroyingar, kann ávirka, hvussu stórur stuðulin skal vera. Eg kann ikki siga, at eg haldi so nógv um hetta uppskotið heldur. Higartil hava alivinnan og rækjuflotin ikki fingið stuðul fyri at klára seg gjøgnum kreppuna. Hetta grundar seg m.a. á, at semja sum heild er um, at fortreytin fyri vinnuligum virksemi má vera at vinnan megnar at standa á egnum beinum. Vansin við einum statsstuðli, sum verður javnaður eftir fiskaprísum, er m.a., at hann kann koma at fasthalda ein vinnuligan struktur, sum onga framtið hevur.
Sjómansskatturin hevur avleiðingar
Allur vinnuligur stuðul er við til at fasthalda eitt vinnumynstur, ið kanska átti at verði broytt. Tær vinnur, sum fáa stuðul, fáa við stuðlinum møguleika til at draga m.a. arbeiðsmegi og kapital til sín, sum annars kundi verið nýtt í øðrum vinnum. Stuðulin er við til at trýsta lønir og fíggjarkostnað upp, so tær vinnur, sum annars klára seg uttan stuðul, fáa trupult við at hóra undan.
Lat okkum hugsa okkum, at vit høvdu ein vinnu, sum framleiðir t.d. bildekk, har starvsfólkini bert skulu gjalda helvtina so nógv í inntøkuskatti av tí, sum aðrar borgarar gjalda. Tá er lætt at skilja, at ein slík vinna hevði megnað at drigið arbeiðsmegi til sín, hóast hon ikki megnar at geva somu løn sum aðrar vinnur og harvið í roynd og veru ikki forrentar seg eins væl og aðrar vinnur. Fyri at fáa arbeiðsmegi høvdu aðrar vinnur verið noyddar at boðið væl hægri í løn enn marknaðarlønina, skal ikki øll arbeiðsmegin fara til dekkvinnuna. Tess meira dekkvinnan fyllir í búskap-inum, tess størri trupulleikar fyri búskapin av hesari skattaskipan.
Sjómansskatturin virkar á sama hátt í búskapinum. Harvið havi eg ikki sagt nakað um, at eg ikki unni sjómonnum okkara lágan skatt, at sjómenn okkara ikki eiga at fáa góðar sømdir, tí teir hava harðar og langar arbeiðsdagar burtur frá familjuni osfr. Ein kundi unt øllum lægri skatt, meira í pensión, meira í løn osfr. Eg meini bara, at dømið vísir okkum greitt, at sjómansskatturin hevur samfelagsbúskaparligar avleiðingar. Tað er tað, sum eg fyrihaldi meg til og ikki moralskar spurningar. Tað er best fyri samfelagsbúskapin, at vinnan dregur arbeiðsmegi til sín í samsvar við hennara inntjeningsevni og ikki í mun til, hvussu tey, sum arbeiða í henni, verða skattað. Tað er umráðandi, at lønin er eitt mál millum partarnar í vinnuni og ikki ein politiskur spurningur um skatt.
Tá tað er sagt, er vert at viðmerkja, at ikki bert í Føroyum verða sjómenn skattaðir lagaligari enn onnur. Tað er mær vitandi eisini so í t.d. Noregi og Íslandi - og hvørki av hesum londum verða stuðlað uttaneftir.
Nógv tilfar til kjak
Nú veit eg ikki, um eg havi fingið fatur í øllum búskaparligum argumentum um omanfyristandandi evni, men har er ovmikið av tilfari í teimum til eitt gott og rímuligt búskaparligt kjak - uttan at tað gerst neyðugt at fara eftur mannin heldur enn bóltinum.