Blómuhandilin Árstíðirnar er ein sonn oasa

- Eg vænti, at 2022 verður eitt satt blómuár, sigur bjartskygdi eigarin av Árstíðunum, sum húsast í Öström á Skálatrøð.

- Vit hava spesialiserað okkum í at bjóða hágóðskublómur til allar árstíðir av lívinum. Úrvalið er sera breitt, sigur eigarin av blómuhandlinum Árstíðunum, Rúna Lamhauge.

- Árið 2021 hilnaðist sum heild heilt væl hjá okkum. 

 

Tað sigur Rúna Lamhauge, sum eigur og rekur blómuhandilin Árstíðirnar í Öström í Havn.

Síðan hon yvirtók handilin í 2016, er sølan vaksin so gott sum á hvørjum ári. 

- Vit ynskja at framleiða hágóðskuvørur, og vit hava mong trúføst viðskiftafólk, sum vit hava nógv at takka fyri, sigur Rúna Lamhauge brosandi og fegin.

 

Telefonin og netið

Korona hevur ikki havt negativa ávirkan á raksturin og blómusøluna hjá Árstíðunum.

- Sjálvandi hava okkara viðskiftafólk ansað væl eftir í tí dagliga og hava bílagt meira um telefon og um nethandilin www.blomur.fo, sigur eigarin av blómuhandlinum.

Hon ásannar, at ein alsamt størri partur av søluni er fluttur út á netið.  

- Tíbetur hava vit í Árstíðunum verið lítið rakt av koronu og sóttarhaldi. Hetta hevur gjørt, at framleiðslan og sølan í handlinum hevur gingið nærum ótarnað, sigur Rúna Lamhauge.

 

##med2##

 

Eydnaðist til fulnar

Veitingin av blómum úr Hálandi hevur verið sera lítið tarnað av koronu seinasta árið. 

Veitararnir hjá Árstíðunum hava megnað at veitt vanligu vørurnar, og farmaflutningurin til Føroya ikki hevur verið tarnaður. 

- Tá korona fór at gera um seg, stúrdu vit fyri, um vit í heila tikið fóru at fáa fatur á frískum blómum, men hetta hevur tíbetur eydnast til fulnar, sigur Rúna Lamhauge.

 

Bjartskygni ræður

Í Árstíðunum eru tey bjartskygd um tíðina, sum liggur fyri framman, nú mangt bendir á, at alt skjótt verður sum vanligt aftur, og korona vónandi fær ein enda.

- Vit hava spesialiserað okkum í at bjóða hágóðskublómur til allar árstíðir av lívinum. Úrvalið er sera breitt, og nethandilin www.blomur.fo verður brúktur meira og meira. Fólk kenna seg sera trygg í dag við at keypa á netinum. 

 

##med3##

 

Eitt satt blómuár

Rúna Lamhauge bæði væntar og vónar, at 2022 verður eitt satt blómuár, sum hon tekur til.

- Øll eru vælkomin at venda sær til okkara við fyrispurningum á telefon 317400, eins og fólk eru hjartaliga vælkomin á gátt í Öström, leggur eigarin av Árstíðunum aftrat.

 

##med4##

 

 

- Vit hava spesialiserað okkum í at bjóða hágóðskublómur til allar árstíðir av lívinum. Úrvalið er sera breitt, sigur eigarin av blómuhandlinum Árstíðunum, Rúna Lamhauge.

- Ein alsamt størri partur av søluni hjá okkum er fluttur út á netið, sigur Rúna Lamhauge.