Blues á G!

Pláss er gjørt fyri blues, roots og country-blues á G! skránni, og er tað ein og sami maður, ið kemur at umboða hesar sjangrur. Talan er um amerikumannin, Nathan James Nathan James er ein meistari innan blues, roots og country-blues fingraspæl og slide. Hann syngur, spælir guitar, munnharpu og fótpercussion, og brúkar hesi amboðini til at skapa sín heilt egna og útryksfulla stil innan eina siðbundna hevd.

Nathan James hevur verið professionellur bluesari, síðani hann var 18 ára gamal. Tá hann var 19, bjóðaði blueslegendan James Harman honum við í bólkin hjá sær. Har var Nathan í nøkur ár og seyg til sín alt hann kundi, áðrenn hann byrjaði eisini at spæla solo. Og tá meina vit solo, sum í einsamallur - við guitara, kuffert-trampibox og munnharpu. Tað hevur hann so gjørt í mong ár nú, tó at hann framvegis spælir saman við Harman. Harumframt hevur Nathan James eitt gott projekt saman við Ben Hernandez. Saman við Ben Hernandez vann Nathan James ein San Diego Music Award í fjør fyri ?Best blues album?.

Umframt at spæla konsert á G! fer Nathan at hava eina verkstovu fyri áhugaðar føroyskar tónleikarar um m.a. roots og blues tónleik. Her er kjansurin at læra frá einum sonnum meistara. Meira verður at frætta um hetta í næstum, skrivar G!.