Bluesfagnaður í Perluni

Leygarkvøldið verður blátt. Í øllum førum hjá teimum, sum leita í Perluna í Havn, tí har hittast blueshøvdingar leygarkvøldið. Fýra ymisk, men kend, nøvn fara á pallin. Hetta verður óivað eitt heldur øðrvísi kvøld, tí talan er bert um bluestónleik og tað eru teir í fremstu røð innan blues í Føroyum, ið hava funnið saman.

Góðar Blueskreftir hava funnið saman og bjóða eitt hugnaligt kvøld í Perluni leygarkvøldið 10.juli kl. 20.

Talan er um Debess Bluesstation, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Terja Messel og Sámal Ravnsfjall. Atgongumerki fáast í Tutl á Káta Horninum og við dyrnar