MONKEYRAT BLUESJAM verður at hoyra hósdagin 14. juli kl. 22.00 á Mojo í Løngangstræde 21 í Keypmannahavn.
MonkeyRat er bólkur, sum Anna Iachio og Arnold Ludvig standa á odda fyri. Tey eru kend tónleikanøvn í Føroyum. Arnold er, hóast ungur enn, ein føroysk bass legenda. Í nøkur ár hava tey búð og leikað í Danmark, har høvi hevur verið at hoyra tey av og á, og møguleiki verður aftur nú, um ein vitjar á Mojo.
MonkeyRat við dj AnnaOneDerFunk á odda heintar sí¬n í¬blástur úr "old-school" funk, men tey hava sanniliga eisini "bluesfeeling" tá tey spæla sína originalu tónleikaskrá .
Hendan hósdagin vera eisini nøkur nýggj MonkeyRat løg á skránni og fara tey eisini taka sær væl av ymiskum gesta jammarum.
Anna Iachino (vokal) Alain Apaloo (gittar) Arnold Ludvig (bass/vokal)Jens Stoklund (trummur) Gestur: roWan (vokal)