Bluestónleikurin flytur inn í Reinsaríið

Komandi leygarkvøld 5.august kl.20.00 verður ein forvitnislig konsert á Reinsarínum, tá Jóhan Solo og Uni Debess Duo trína á pall.


Føroyski guitaristurin, sangarin og sangskrivarin Johan Petersen, sum hevur eina fjølbroytta bakgrund innan alt frá rocktónleiki til klassiskt filmstónleikasmíð í Danmark, vitjar føroysk spælistøð við soloprojektinum hjá sær. Hetta er ein orkufyltur einmansbólkur, har megnað sangskriving verður sett saman við virtuost guitarspæl.

Við dukandi stompbox og fóttamburin er talan um eina frammførslu við stórari variatión og eitt
einastandandi, persónligt og tíðarleyst bland av folk-, blues- og rocktónleiki.


Uni Debess og Rógvi á Rógvu spæla ”Old School Blues” sum er ein partur av eini verkætlan við heitinum ”Regards To The Roots”.

Serligt við ”Regards To The Roots” er, at teir spæla nýggjar útsetingar av teimum gomlu bluesløgunum, sum Uni byrjaði at spæla heilt afturi í 2002.

Við sínum 10 útgávum, verður Uni Debess eisini kallaður Mr. Blues. Hann er kendur fyri at spæla væl svingandi blues tónleik, og nøvn sum m.a. Muddy Waters, B.B.King, Robert Johnson og Eric Clapton geva honum íblástur.

Síðan 2002 hevur Uni spælt í nógvum kendum bólkum so sum GoGo Blues, Crawling Blue og Debess Blues Station.

Í 2005 vann Uni saman Rógva á Rógvu og GoGo Blues Prix Føroyar og sama ár varð GoGo Blues tilnevndur ársins bólkur.

Í løtuni er Uni Debess fløguaktuellur við fløguni GREEN og har á eru hittini Sugar Mama, Your Man og Crossroad Blues.