Heðin D. Poulsen
Tað man verða fáur, sum ikki hevur skilt boðskapin, ið Gerhard Lognberg fegin vil hava fram í fjølmiðlunum, at hann er ímóti einum valdømi, og at hann er klárur at slíta samgonguna um málið verður lagt fram.
Løgtingsformaðurin hevur greitt og týðuliga, so seint sum í Dagur og Viku 3. juli 2007 boðað frá, at hann leggur málið fram í heyst. Tað kann sostatt hugsast, at málið verður eitt av teimum síðstu málunum Løgtingið fer at viðgera áðrenn val verður útskrivað.
Gerhard hóttur við at slíta samgonguna, men tað sum so fær meg at ivast, er hví Gerhard ikki longu hevur slitið. Um Gerhard bíðar til í heyst at slíta, tá málið er lagt fram sum kanska tað síðsta málið, er Gerhard uttan vald og ávirkan. Í heyst er lítil dugur í at slíta samgonguna, tí eftir at uppskotið, við góðari hjálp frá andstøðuni, er atkvøtt ígjøgnum, verður val útskrivað við nýggjari vallóg, har Føroyar er eitt valdømi.
Ein undirsjóvátunnil til mín, eitt valdømi til tín
Eitt annað hjartamál hjá Gerhard er sjálvsagt fast samband til Sandoynna. Eitt mál sum fleiri politikarar ivast í, íroknað samgongulimir og Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Løgtingið hevur enn ikki viðgjørt málið um fast samband til Sandoynna, og slítur Gerhard samgonguna áðrenn málið er viðgjørt, so verður eingin avgerð tikin um fast samband til Sandoynna fyrr enn eftir næsta val.
Um nú Sandoyartunnilin og Føroyar sum eitt valdømi eru tvey tey síðstu málini sum koma fyri í Løgtinginum, hvat ger Gerhard tá ? Kann tað hugsast, at tað er vegna Sandoyartunnilin, at Gerhard ikki fer at slíta ?