Heini í Skorini, lesandi
Størsta misskiljingin tykist vera æviga endurtøkan um »serrættindi« og »serlóggávu« til tey samkyndu, sum nei-síðan tekur upp aftur og aftur. Tað verður lagt fram sum um, at samkynd nú skulu takast fram um allar aðrar samfelagsbólkar, og um tú endurtekur eina lygn nóg ofta, gerst hon til seinast sannleiki.
Fá tykjast skilja, at eginleikarnir í anti-diskriminatiónsparagraffini, sum ikki er loyvt at diskriminera vegna, eru universellir, tað vil siga umfata øll. ØLL hava eina rasu. ØLL hava ein húðarlit. ØLL hava ein nationalan uppruna. ØLL hava ein etniskan uppruna. Og ØLL hava eina trúgv (um vit definera trúgv í breiðastu merking). Og eins og við øllum hinum eginleikunum hava ØLL eisini eina seksuella orientering. Við øðrum orðum fær øll mannaættin innivist í hesi paragraff, hóast hon sjálvsagt er ætlað serliga trýstum og hóttum minnilutum.
Bill villleiddi
Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins, nýtti í Kjakinum í SvF herfyri júst hesa grundgeving at vísa á, at rasa, húðarlitur, nationalitetur, etniskur uppruni og trúgv eiga at standa í paragraffini. Men í staðin fyri at halda fram og taka fullan konsekvens av síni grundgeving, slapp hann (uttan átalu frá vertinum) fyri opnum skermi at billa Føroya fólki inn, at av tí at allir føroyingar ikki eru samkyndir, skal paragraffin ikki víðkast. Nei Bill, víst eru allir føroyingar ikki samkyndir, men allir føroyingar hava eina seksuella orientering, og tað er tað, sum uppskotið hjá teimum báðum tjóðveldistinglimunum snúði seg um.
Tí byggir broytingaruppskotið hjá Finni og Annitu á júst sama logikk sum restin av paragraffini. Allir íbúgvar í Føroyum eru heldur ikki svartir, jødar, eystureuropearar ella pinsar, men tað merkir ikki, at vit vilja strika teirra minnilutaverju. Um seksuell orientering ikki fær innivist í paragraffini, tí allir føroyingar ikki eru samkyndir, hví skulu vit so halda fast við hinar eginleikarnar, sum í dag eru nevndir?
Mismunur
Teir mongu játtandi trúgvandi føroyingarnir eru í dag tryggjaðir í paragraffini móti diskriminering vegna trúgv, og tað er at fegnast um. Men tað er hugstoytt, at fleiri av hesum somu ikki unna sínum medmenniskjum somu verju, sum tey sjálvi hava møguleikan at gera sær dælt av, um tey kenna seg illa viðfarnan. Og siga útsagnir varafútans ikki alt? Um hvalvíksprestur hevði skrivað slíkt um tilflytarar, myrk ella baptistar, hevði hann helst havt eitt rættarmál við støði í revsilógini. Men tá tað eru tey samkyndu, sum standa fyri skotum, er einki at fara eftir. Tað er við øðrum orðum revsivert at hótta, háða og niðurgera summar minnilutabólkar, men ikki allar. Vit kunnu ikki draga aðra niðurstøðu enn, at her er talan um grovan mannamun og mismun, uttan mun til, um vit taka undir við samkyndum livihátti ella ikki.
Inkluderandi demokrati
Vit kunnu bert konstatera, at týdningarmikla politiska stríðið fyri tí góða lívinum og tí felags besta er reduserað til stríðið fyri mínum góða lívi og mínum egna besta. Okkara demokrati tykist bert vera galdandi fyri summi, og harvið hava vit gjørt upp við idealið um, at eitt demokrati per definitión er inkluderandi, tað vil siga umfata øll. Politikkur er djúpast sæð ikki annað enn tann gongd, har vit læra at liva við ymiskleikunum hjá hvørjum øðrum. Og konstruktivur politikkur eigur ongantíð at snúgva seg um vald, men um valdsins avmarkingar. Tað tykist bert ikki vera veruleikin í Føroyum í dag.
[email protected]