OB er eitt stórt felag eftir donskum mátistokki, men hevur tað trupult í donsku superliguni. Kent Nielsen, venjari hjá OB, hevur verið spáttur at sita ytst á venjarastólinum, tí úrslitini eru so vánalig. Tí var stórt trýst á teir bláu og hvítu undan dystinum móti Randers FC, sum var startskotið til seinnu hálvu av landskappingini.
(Brot úr grein í Sosialinum í dag)
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vísti Jóan Símun Edmundsson, at hann er maðurin, ið Kent Nielsen og OB kunnu rokna við. Toftamaðurin fekk álitið í álopinum og tók av.
Klokkan vísti næstan 24 minuttir, tá bóltsnillingurin á føroyska landsliðnum fekk bóltin í høgru síðu. Hann skræddi seg leysan av verjuspælara, ið nærmast hálsfevndi hann, ið eini roynd at steðga honum. Rak móti málinum og sendi eitt dundurskot uttanfyri brotssteigin inn við nærmastu stong. Mál, og OB er á bjargingarleið í superliguni. OB vinnur dystin 3-0.
Eftir dystin bleiv Jóan Símun Edmundsson valdur á liðið hesa vikuna hjá Tipsblaðnum, meðan BT gevur hon eitt 10-tal av 12 møguligum.
Kundi ikki rakt bóltin betri
Høvðuspersónurin sjálvur er fegin um avrikið og málið í gjár. Hann blundaði als ikki og vónaði at raka bóltin, tá hann meddaði. Hann sá ein møguleika.
- Eg var staddur úti í høgru síðu, gjørdi eitt trekk inn í vøllin áðrenn eg so gjørdi av, at eg kundi akkurát tað sama royna kanónina av. Tíbetur kundi eg neyvan rakt bóltin betur enn eg gjørdi, greiðir toftamaðurin frá.
Hann hevur fingið nógvar reaktiónir eftir málið.
- Tað er altíð stuttligt at fáa eini boð frá familju og vinum tá ið tað gongur væl, og annars bara at síggja at føroyingar fylgja so væl við okkum útisetum, sigur framherjin á landsliðnum.
Vænti at spæla á fleiri plássum
Eftir ein langan uppstart er superligan aftur farin í gongd.
- Tað var deiligt endiliga at sleppa at byrja aftur. Steðgurin hevur verið langur, og tá ið vit nú eru so aftarliga sum vit eru. Tá ert tú eyka uppsettur at sleppa ígongd aftur og vónandi vinna dystir, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann spældi í fyrru hálvu á høgra vongi, men í gjár spældi hann í álopinum. Eitt pláss honum dámar væl.
-Eg havi allatíð sæð meg sjálvan sum ein møguleika í álopinum, sjálvt um eg haldi at tað hevur rigga væl á kantinum í heyst. Vit hava havt trupulleikar við at skora mál, so tað var kanska natúrligt at venjarin royndii at blanda kortini eitt sindur. Eg kann spæla á fleiri plássum á vøllinum og vænti ikki, at eg bara komi at spæla har frammi tað næsta hálva árið, sigur toftamaðurin, ið heldur at hann er væl fyri í løtuni.
-Eg meti meg vera væl fyri. Í mun til í summar, so havi eg nú fingið allan uppstartin við. Eg vóni at tað fer at vera við til at gera at eg fái lyft mítt støðið longur upp, sigur Jóan Símun Edmundsson.