BMW iX1 xDrive30: Kvikur og væl koyrandi elbilur 

- Av tí, at stórur eftirspurningur er eftir bilinum, eru fólk vælkomin at bíleggja bilin nú, sigur Palli Skorheim, stjóri í Komfortbilum. 

 

 

BMW X1, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2009, kemur nú sum ein heilt nýggjur bilur. Fyri fyrstu ferð fæst bilurin í einari elektriskari útgávu, sum nevnist BMW iX1 xDrive30.

 

Annars fæst BMW X1 í tveimum plugin-hybrid útgávum og sum vanligur bensinbilur. 

 

BMW iX1 er ein rúmligur og vælkoyrandi bilur, har tey ferðandi sita høgt og hava gott útsýni og kunnu njóta komfortin og koyriupplivingina. Stóra aksilfrástøðan gevur gott beinpláss framman og aftan.

 

Viðførisrúmið er heilar 540 litrar, og við baksetrunum niðri  kann vørurúmið økjast til 1.600 litrar. 

 

Stórur dentur er lagdur á koyrieginleikarnar, sum altíð hava verið eitt av eyðkennunum hjá BMW. Battaríið í botninum á bilinum er við til at geva bilinum góðar og tryggar koyrieginleikar.

 

##med2##

 

Innrættingin er sera elegant og liðilig við digitalum instrumentum. 

 

Við elmotori á bæði for-og bakakslinum hevur bilurin 313 hk og eitt maksimalt snúningsmoment á 494 Nm. Hann koyrir 438 km við einari løðing og 0-100 km/t upp á 5,7 sekund.

 

BMW iX1 xDrive30 hevur stórt úrval av automatiskum koyri- og parkeringsskipanum. Sum standard hevur hann t.d. kollisiónsávaring í sambandi við mótkoyrandi ferðslu, súkklarar og fótgangarar eins og Park Assist og bakkikamera. 

 

Hjá Komfortbilum verður sagt, at BMW iX1 xDrive30 kemur í vár og kostar umleið 550.000 krónur við mvg og 480.000 eftir mvg afturbering. 

 

- Av tí, at stórur eftirspurningur er eftir bilinum, eru fólk vælkomin at bíleggja hann nú, sigur Palli Skorheim, stjóri í Komfortbilum. 

 

##med3##

 

##med4##