Við Norrönu sunnudagin komu limir í danska vetaranbilklubbinum “BMW Klub 367” í land við fimm ellisakførum, trimum BMW Isetta kabinuskutarum frá umleið 1960, einum BMW 700 frá 1960 og einum DKW F12 frá 1965.
Tað er Per á Hædd fotografur í Havn, ið sjálvur er limur í “BMW Klub 367”, sum hevur tikið stig til vitjanina. Per eigur eisini ein BMW Isetta.
Klubburin eitur “BMW Klub 367”. 3-talið stendur fyri BMW Isetta, sum teir flestu hava trý hjól, 6-talið stendur fyri BMW 600, sum er ein bilur við fýra hjólum, ið líkist Isetta, og 7-talið stendur fyri BMW 700. Í klubbinum er umleið 140 limir.
BMW Isetta vórðu gjørdir frá 1955 til 1962 í tilsamans 161.728 eindum. Talan er um ein innilokaðan skutara við trimum hjólum, ein sonevndan kabinuskutara. Isetta var ein væl umtóktur kabinuskutari fyri umleið 50 árum síðan. Hann var lítil, lættur og væl egnaður til býkoyring. Pláss er til tvey vaksin og eitt lítið sindur av viðføri.
Tilsamans 10 fólk eru við í ferðalagnum, sum ferðast kring landið við hesum sermerktu ellisakførunum, til tey fara avstað aftur við Norrönu sunnudagin 16. august.