Hann skuldi bara hjálpa til við bókhaldinum, men endaði sum setari á Norðlýsinum, tí hann dugdi blindskrift, og tað bleiv byrjanin til yrkisleiðina Hjá Oliver Joensen. Vinnan í Sosialinum í dag hevur hitt bersøgna blaðstjóran í Klaksvík.
– Halda vit fast við tann lokala vinkulin og røkja okkara heimabeitið, hevur Norðlýsið eisini framtíðina fyri sær, sigur blaðstjórin á hundrað ára gamla lokalblaðnum í stórari samrøðu í Vinnuni, sum er í Sosialinum í kvøld.
Vinnan í Sosialinum vitjar hesaferð á tveimum virkum, ið á hvør sín hátt fáast við miðlar. Umframt á Norðlýsinum vitjar Vinnan eisini prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu, sum eisini hevur rundan dag. Tað eru fimmti ár síðani, at Stig G. Rasmussen fór undir prenstmiðjuvirksemi í Gøtu.
Sosialurin fæst í blaðsølunum í kvøld, men kann eisini keypast á netinum á www.sos.fo