Boðað verður frá grind í Suðuroy.
Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn skal grindin vera rættiliga stór, og liggja ein fjórðing úr »Flesjunum«.
Í løtuni eru eingir bátar hjá grindini, men teir eru á veg.
Sambært vakthavandi er vestfall og harður streymur.
Portalurin fylgir málinum