Boðar aftur SEV á fund

Eftir at SEV eisini í Eystara Landsrætti varð dømt at tapa sakina móti Kappingarráðnum, fer ráðið at seta seg í samband við el-felagsskapin um nýggjar samráðingar um el-prísirnar

Tá Kapingarráðið fyri einum fýra árum síðani fór at hyggja nærri at prísunum hjá SEV, trúði væl eingin, at so drúgv tíð og so mikið stríð skuldi standast av hesum.
Eftir innleiðandi samráðingar vildi SEV ikki góðtaka rættin hjá Kappingarráðnum at »blanda seg uppí« prísásetingina hjá elfelagsskapinum. Og eftir eina togan aftur og fram endaði málið umvegis kærustovninum tískil í rættinum. Har fekk Kapingarráðið viðhald við tí úrsliti, at SEV kærdi dómin inn fyri Eystara Landsrætt. Hesin hevur nú viðgjørt málið og hevur staðfest dómin í Føroya Rætti. Sambært Leivi Hansen í útvarpinum í síðstu viku er lítið sannlíkt, at SEV fer víðari í Hægsta Rætt við málinum.
Málið snúði seg í stuttum um, at Kappingarráðið metti, at prísurin á kilowatttímunum hjá SEV vóru órímiliga høgir – meiri nágreiniliga 18 oyru pluss mvg ov høgir – og tí vildi ráðið hava SEV at lækka prísirnar tilsvarandi. Men sum nevnt vildi SEV ikki hava Kappingarráðið at blanda seg í teirra prísáseting.

Nýggjar samráðingar
Terje Sigurðsson, leiðari á stovninum, sigur, at nú úrskurðurin í Eystara Landsrætti fyriliggur, ætla teir at seta seg í samband við SEV aftur til tess at fáa samráðingar í gongd um prísirnar.
- Tað verður sjálvandi neyðugt at endurskoða grundarlagið fyri prísásetingini. Tað eru jú gingin fýra ár, síðani vit mettu um prísstøðið í grannalondunum og hvussu eitt nú oljuprísirnir ávirka viðurskiftini hjá SEV, so grundarlagið kann vera broytt, vísir Terje Sigurðsson á.
Tað er § 11 í kappingarlógini, ið liggur sum grundarlag fyri heimildini hjá Kappingarráðnum at áseta prísir.
- Vit royna altíð við samráðingum at fáa ásett prísirnar, og í allarflestu førum eydnast tað eisini í sátt og semju. Men vit hava eisini heimild til at áleggja fyritøkum prísirnar, um eingin semja fæst, sigur Terje Sigurðsson.
Hann vísir á, at arbeiðið hjá Kappingarráðnum er altíð framatrættað soleiðis at skilja, at tað sum er farið er farið, og tað hvørki vilja ella fáa teir gjørt nakað við. Og hóast ein nýggj kappingarlóg er um at verða samtykt í løgtinginum, ein sonevnd forboðslóg, i gevur ráðnum enn hvassari amboð at arbeiða við, so er grundsjónarmiðið um samráðingar ikki broytt.
So tað verður í hvussu er í fyrsta umfari gjøgnum samráðingar, at kilowattprísirnir hjá SEV verða broyttir – um teir altso skulu broytast.