Boð eftir Magnus úr Danmark

Í dag fer føroyski keyboardspælarin Magnus Johannessen til Danmarkar, har hann skal spæla tónleik til kendan barnasjónleik

Niclas Johannesen


31 ára gamli havnarmaðurin Magnus Johannesen hevur pakkað keyboard og leidningar og er nú á veg til Kongens København.

Tað er Føroyavinurin Holger Laumann, ið hevur sent boð eftir Magnussi. Á skránni er jólaævintýrleikur, ið verður spældur á Folketeatret á Nørrebro. Talan er um um kent jólaævintýr ? ein familjuleik ? eftir mæta rithøvundanum Charles Dickens. Holger Laumann er kappelmeistari. Hann fer at spæla obo, og aftrat keyboardspælinum hjá Magnusi verður eisini cellospæl.

? Hetta kom í roynd og veru í lag fyri hálvum øðrum ári síðani, tá vit spældu inn fløguna ?Greengate?, sigur Magnus Johannessen. Á hesi útgávu høvdu Magnus og Holger skrivað meginpartin av løgunum. Og teir hava eisini arbeitt saman í øðrum høpi í Danmark.


Deiligt skifti

Magnus Johannessen sigur, at hetta er ein sera góður kjansur at fáa.

? Eg havi áður arbeitt innan danska sjónleikarlívið og hesin kjansur gevur mær høvið at halda tað sambandið við líka.

Magnus váttar eisini, at fíggjarliga er talan eisini um ein góðan kjans. Í Føroyum undirvísir Magnus í klaverspæli og í teori.

Leikurin verður sýndur fram til 22. desember.

? Eg havi flogferðaseðil heim 23. desember. So eg haldi jól í Føroyum, sigur Magnus, sum eisini flytir heimaaftur tá.