Bo Hamburger var eisini dopaður

Danski súkkluítrótturin hevur tað ringt í hesum døgum.........

Tað kom ógvuliga dátt við fyri stuttum, at stóra hetjan Bjarne Riis viðgekk, at hann hevði svikað seg til sigurin í Tour de France i 1996. Men Riis er ikki einasti syndarin. Nú hevur Bo Hamburger eisini viðgingið seg sekan í doping. Hetta viðgongur Bo Hamburger í bókini ”Den største pris - en cykkelrytters bekendelser”, sum er komin í donsku bókabúðirnar í dag. ”Doping var ein partur av súkkluítróttinum í 1990-unum. Sigrarnir hesi árini blivu allir bygdir á hesar treytir. Alternativið hjá mær hevði verið at koyrt súkkluna inn í garasjuni, og steðgað yrkisleiðini, sum professionelur súkklari.” sigur Bo Hamburger. Hann er sannførdur um, at bróðirparturin av teimum, sum súkklaðu á hægsta stigi vóru dopaðir. Sjálvur gjørdi hann av at dopa seg eftir ein skaða. Hetta gjørdi hann fyri ikki at missa møguleikan fyri at verða við ímillum teir bestu. Hann orkaði ikki tankan um at verða aftast í feltinum. ”So hví ikki bara taka EPO?” spyr Bo Hamburger.