Boðskapurin frá Jørgen!??

Eyðun Mohr Viderø
-----

Vágaportalurin boðar okkum frá í dag, at fíggjarmálaráðharrin og formaður í einum av størru flokkunum á tingi ætlar at leggja fyri løgtingið uppskot um at játta 1 mió kr. til stovnsetan av P/F Sandoyartunnlinum, og at peningurin skal nýtast til at gera royndarboringar og seismiskar kanningar í heyst !!??
Tað er fyri mær ómøguligt at finna nakað positivt tekin í hesari játtan til gagns fyri tunnilsgerðina. Seismiskar kanningar eru gjørdar eins og royndarboringar, og mær kunnugt var júst ov lítið av peningi játtað, so hasin parturin av arbeiðnum varð fullførdur. Við hesum pinkuloysnunum er nógv frægari greitt at boða frá, at løgtingið ætlar ikki at játta so stóra upphædd, at tunnilin kann gerast. So kenna sandoyar- og føroya fólk støðuna hjá føroya løgtingi!
Eg veit væl, at her er talan um ovur stórar upphæddir, men eins og í øllum øðrum førum, tá stórar íløgur hava verið gjørdar, so er talan um gagnligar útbyggingar av landi okkara til frama fyri okkum øll.
Eg var sjálvur við til at játta pening til gerð av - í eygunum á fleiri - ta "vitleysu" ætlan at gera tunnil undir vestmannasundi. Arbeiðið við at gera tunnil undir havinum í føroyum var óroynt og ókent. Tilboð komu inn um at gera arbeiðið, og fleiri fóru beinanveg í gongd við at rokna út, hvussu nógvar ferðir meiri endaliga arbeiðið fór at kosta-ábyrgdarloysi-! Men hygg at úrslitinum í dag eins og norðoyatunnlinum!
Eg var eisini við til at játta pening til tað "ovur"stóra og dýra skipið til suðuroyarleiðina. Hvat siga vit í dag?
Minnist væl viðmerkingar frá vágafólki, at kostnaðurin fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil var "undirornað" Nýggj farleið hevði nógv meiri enn so at týða!
Men neyvan var meir enn byrjað at koyra ígjøgnum tunnlarnar í vágum og norðoyggjum, fyrr lokalir politikkarar spurdu eftir, nær "vit" sleppa undan at gjalda fyri at koyra ígjøgnum, tí tunnilin er "goldin"!
Tað hevur undrað meg, at tá vágafólk og norðoyingar skulu gevast at gjalda, tá "teir" hava niðurgoldið skuldina av tunnlunum, hví vit onnur so hava skula gjalda fyri at koyra ígjøgnum?
Sum skilst av skriving míni, so er niðurstøðan hjá mær, at landsmenn okkara eru sera ósolidariskir, tá liðugt er at gjalda íløgur í egnum umhvørvi, men vilja ikki vera við aðrastaðni.
Er nakar ryggur í okkara politikarum, so taka tit støðu fyri, at vit halda áfram at gjalda fyri at koyra ígjøgnum tunnlarnar til frama fyri alt samferðslukervið. Vit hava ikki brúk fyri ryggleysum politikarum. Solidariska armóðin er nóg mikið royndarkoyrd!
Tí vil eg heita á Jørgen og løgtingið samlað: Takið heldur støðu nú til at játta neyðugu pengarnar, so tunnilsarbeiðið kann verða gjøgnumført- ikki í nítjanhundrað og grønkál, men NÚ!



14-07-2013