Boðskapurin hjá løgmanni: Stór ósemja í samgonguni

?Summi av teimum málum, sum samgongan hevur sett sær fyri, lata seg ikki gera, sum støðan er nú

? Tað er stór ósemja í samgonguni um tann politikk, sum skal førast í framtíðini.

Tað er niðurstøðan hjá Edmundi Joensen, nú hann hevur hoyrt ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Formaður sambandsfloksins sigur, at tað var so lítið nýtt í løgmansrøðuni, og hon var so lítið ítøkiligt, at tað kann ikki boða frá øðrum enn djúptøknum ósemjum í samgonguni um tann førda politikkin.

?Løgmansrøðan er full av endurtøkum frá undanfarnu árum. Hendan trongdin at endurtaka seg sjálvan, kann ikki vera annað enn eitt tekin um, at onki nýtt er at føra fram.

? Somuleiðis boðaði løgmaður frá eini ørgrynnu av aðalorðaskiftum, sum skulu vera í tinginum um alskyns mál.

?Tí kann ólavsøkurøðan ikki tulkast øðrvísi enn, at ósemjan er stór um, hvør politikkur.

Edmund Joensen sigur at vit vita eisini, at summi av teimum málum, sum løgmaður boðaði frá, lata seg ikki gera í samgonguni, sum er.

?Eitt nú boðaði hann frá, at almennir stovnar skulu privatiserast. Men tað vita vit ber ikki til, so leingi, sum hasir tríggir flokkarnir eru í samgonguni.

Edmund Joensen vísir eisini á, at løgmaður helt, at gongdin hevur verið nøktandi, uttan í fullveldis-samráðingunum.

? Men tað er júst fullveldið, sum er høvuðsmálið hjá hesi samgonguni, og sum heldur henni sama. So tá ið gongdin ikki hevur verið nøktandi á tí økinum, er lítil meining í at vera nøgdur.

? Tey málini, sum løgmaður er nøgdur av at hava loyst, eru mál, sum hann hevur arvað frá undanfarnu samgongu, og sum lógu klár at loysa, sigur Edmund Joensen.

? At tað gongur væl búskaparliga er ikki takka verið hesari samgonguni. ? Orsøkin til tað kemur uttanífrá, við lágari rentu, høgum fiskaprísum og góðum fiskiskapi. Saman við loysnini á bankamálinum og skuldaravtaluni við danir, har danska stjørnin brúkti sítt kredittvirði til at útvega okkum bíliga rentu, eru orsøkin til gongdina.

? Annars er gongdin ikki betri enn so, enn at yvirskotið á handilsjavnanum er við at hvørva nú.

?Tað er eisini at manipulera við tølum at siga, at almenna umsitingin er minkað afturímóti búskapinum.

? Vøksturin í búskapinum hevur verið so stórur, at tað vildi verið undarligt, um almenna umsitingin ikki minkaði lutfalsliga. Men í turrum tølum er almenna umsitingin ógvuliga nógv vaksin.


Er afturvíst

Formaður sambandsfloksins vísir eisini tí aftur, sum løgmaður førir fram um, at danskir politikarar hava boðað frá, at blokkstuðulin fer at minka undir øllum umstøðum, um livistøðið í Føroyum fer uppum tað danska.

? Danskir politikarar hava longu víst hesum aftur. ? Tað er júst hetta, sum stríðið um skiftistíðina snýr seg um

? Og øll vita, at tað er ein himmalvíður munur á at vera í ríkinum og at vera uttanfyri, sigur Edmund Joensen.tað, sum stendur í Landsbankanum, verður tikið við. Nettoskuldin hjá landskassanum er væl lægri, um peningur, sum liggur í grunnum og virðið av Føroya Banka verður tikið við.

- Eitt úrslit av rikna politikkinum er, at tað almenna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt ynski, sum hevur staðið frammarlaga hjá samgonguni, segði Anfinn Kallsberg.