Beint nú situr Country-legendan, Bobby Bare, í Rásarúminum og tosar við vertin, Barbaru Holm.
Bobby er 76 ára gamal, og eigur eina rúgvu av slagarum. Sjálvur hevur hann gjørt fleiri enn 300 løg, og hevur spælt ógvuliga nógv saman við Jim Reeves og Chet Atkins.
Hann greiðir frá lívi sínum, hvussu hann er endaður her í Føroyum, og hvussu eitt træ í tveimum førum er dottið á hús hansara.
Sum kunnugt er Bobby Bare komin higar at sæla á Summarfestivalinum, og nú hevur hann so givið fólki »appetit« á Rás2.
Bobby Bare spælir á Summarfestivalinum leygarkvøldið.