Eitt av høvuðsnøvnunum í ár, Bobby Bare, hevur júst spælt sína konsert á Vágsbøi á ársins Summarfestivali.
Bobby Bare mundi nokk vera mest til tað eldra ættarliðið, tá hann hevði sína stórheitstíð í 60unum og 70unum. Hóast tað so vóru bæði ung sum gomul møtt upp á Vágsbøi at hoyra ein av størstu country legendunum, sum heimurin hevur uppfostrað.
Annarhvør, sum var farin at lurta, stóð við regnskjóli, meðan onnur gingu í regn- ella oljuklæðum. Vágsbøur var umleið hálvur av fólki, so tað nógva regnið hevur tíverri nokk hildið nógvum fólki at farið á konsert.
Bobby Bare spældi eina góða konsert, og um man er til country tónleik, varð man ikki snýttur á Vágsbøi í kvøld. Bobby Bare vísti seg eisini at hava yvirskot og hug til at standa á palli og spæla.
- Sum ungur sang eg fyri at skora konufólk. Tá eg gjørdist eitt sindur eldri, var tað fyri at promovera mínar plátur og tónleik, meðan eg nú syngi fyri at hoyra tykkum klappa, segði 76 ára gamli Bobby Bare undir konsertini.
Síggj her nakrar myndir frá konsertini.